Amerikanski forsetin, Donald Trump, ávarar nú Hamas um, at tað fer at fáa enn størri avleiðingar, um felagsskapurin ikki letur gíslarnar í Gazageiranum leysar.
Tað var í kvøld, at forsetin kom við hesi greiðu útsøgn, og hann leggur aftrat, at hetta verður hansara seinasta ávaring til Hamas.
- Øll vilja hava gíslarnar heim. Øll vilja, at hetta kríggið skal halda uppat. Ísrael hevur góðkent mínar treytir, og tíðin er komin til, at Hamas eisini góðkennir tær.
Soleiðis skrivar amerikanski forsetin á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Fríggjadagin upplýsti Donald Trump, USA var í "djúpum" samráðingum við Hamas, og her mælti forsetin Hamas til at leyslata allar gíslarnar.
- Eg havi ávarð Hamas um avleiðingarnar við ikki at góðtaka uppskotið. Hetta verður mín seinasta ávaring, og tað kemur eingin aftrat, skrivar Donald Trump.
Sambært útlendskum miðlum segði Hamas hósdagin, at tey eru til reiðar at gera eina vápnahvíldaravtalu, har allir gíslarnir verða leyslatnir.
Men, sambært www.tv2.no helt Ísrael fyri, at talan er um "tóm" orð, sum Hamas kom við um leyslating av øllum ísraelskum gíslum í Gazageiranum.