Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld, harímillum var ein føroyingauppgerð.
Tað gjørdist talan um heili 19 føroysk mál, tá Bogi Hansen, Janus Dam Djurhuus, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í FIF á heimavølli á Frederiksberg tóku ímóti Pæturi Mikkjalssyni, Paula Mittún og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne.
Suðuroyggjamenn vunnu dystin 31-28. Í steðginum var útiliðið á odda 19-16.
Bogi skoraði fýra mál, og Janus og Jónas skutu tvey mál hvør fyri heimaliðið. Pætur skoraði seks mál og Pauli skoraði fimm mál fyri útiliðið.
Team Sydhavsøerne er nummar fimm í deildini við 11 stigum. FIF er nummar átta í deildini við átta stigum.
Kjartan Johansen var á vøllinum aftur, tá hann og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn leiktu javnt 32-32 móti Odense á heimavølli. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18. Jeppe Gade javnaði fyri Lemvig-Thyborøn til støðuna 32-32 við bert fýra sekundum eftir á klokkuni.
Kjartan skoraði tvey mál.
Lemvig-Thyborøn er nummar fýra í deildini við 11 stigum.
Í morgin klokkan 14 spæla Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í HC Aarhus dyst á útivølli móti Rækker Mølle. Klokkan 15 taka Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ móti Tønder á heimavølli.