2 minuttir í grindadrápi í Reykjavík

14. januar letur framsýningin 2 minutes upp í Norðurlandahúsinum í Reykjavík. Talan er um myndir frá einum grindadrápi, sum var í Sandagerði ein morgun í juli 2010. Myndirnar eru tiknar eftir tveimum minuttum og eru ein samanhangandi myndafrásøgn frá grindadrápinum.

Tað er Regin W. Dalsgaard, ið hevur tikið myndirnar, sum eisini eru komnar út í bókini 2 minutes. Høvuðsevnið í myndabókini eru menniskjuni, sum luttaka í drápinum, og myndirnar lýsa dramatiska huglagið, sum valdar undir sjálvum drápinum og ta heilt serligu sinnisstøðuna, sum grindamenn koma í, meðan grindadrápið er í gongd.

Myndirnar hava verið vístar á framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og hesar framsýningar hava verið sera væl vitjaðar. Komandi vikurnar verða myndirnar so at síggja í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.

Framsýningin opnar leygardagin 14. januar klokkan 14, tá Regin W. Dalsgaard greiðir frá um myndatøkurnar og um grindadráp annars.

Framsýningin er opin frá 14. januar til 12. februar. Framsýningin er almenn og ókeypis. Til ber at lesa meira á heimasíðuni www.nordice.is/vidburdir/syningar/vidburdir/nr/1112