Um tú skalt sigla millum Havnina og Suðuroynna, tekur tað við Smyrli tveir tímar og fimtan minuttir. Tað ljóðar ikki sum long tíð, men tá tú ert umborð tykist tað óendaligt. Ta, at ein noyðist at sigla ímillum oyggjarnar, er ein stórur truplleiki hjá nógvum, serstakliga ungdóminum.
Fyri tað fyrsta er Smyril eitt vánaligt skip, og ein hevur als ikki hug at vera á bátinum. Har er trongligt inni, ring luft og úti er ov kalt at standa, helst um veturin, tá túrarnir eisini varða upp til fýra tímar, og er annars næstan altíð ov seinur.
Eisini siglir Smyril ov sjáldan, og tíðirnar eru keðiliga lagdar. Tú verður noyddur at fara heilt tíðliga upp, fara frá arbeiðnum ella missa tímar í skúlanum.
Ítrótturin verður eisini ávirkaður av hesum trupulleika. Svimjarar mugu oftani avlýsa kappingar, tí teir náa ikki bátin, og fótbólt og hondbóltsdysta, verða somuleiðis avlýstir ? orsakað av ringum veðrið, og ofta hendir tað seg, at norðingar ikki tíma suður, tí teir tíma ikki at sigla.
Heta meti eg vera sera keðiligt, og eg ivist ikki í, at mong eru samd við mær. Hvussu hesin trupulleikin kann loysast, er ein góður spurningur! Smyril kann ógjørligt økja teir dagligu túrarnar, tí undirskotið er nóg stórt sum tað er. Tyrlan er alt ov dýr, og flýgur eisini heilt sjáldan. Um ein undirsjóvartunnil bleiv gjørdur, hevði tað gjørt lívið lættari hjá mongum føroyingum. Tað hevði viðført munandi fólkavøkstur í Suðuroynni, tí sum nú er, er tað einki hjá teimum ungu at gera her aftaná lokna miðnámsútbúgving, uttan at starvast á flakavirki. Samstundis hevði tað minkað um bústaðartrupulleikan í Havnini. Tað hevði knýtt føroyingar tættari saman.
Men í løtuni verður ivaleyst einki broytt, uttan tað at vit fáa eitt nýtt skip at røkja leiðina. Eg dugi ikki at úttala meg um, hvørjar broytingar tað kemur at viðføra, men vónandi ger tað støðuna eitt sindur frægari. Men tey, sum javnan eru noydd at sigla hesa leið, mugu bert gera sum eg: suffa og fara umborð, og síðani sita og hyggja at urinum í tveir tímar og fimtan minuttir, og hugsa um, hvussu nógvir tímar av tínum lívi fara fyri skeytið - bert við at sita umborð á einum báti.