2000 fólk fáa bræv frá Taks

Tsð snýr seg um vantandi lánsupplýsingar í sambandi við rentustuðul. Tey, sum ivast í, um tey hava latið lánsupplýsigar inn, kunnu bara bíða. Tey fáa bræv frá Taks í næstu viku. Tey, ið ikki fáa bræv, hava einki at óttast, tí tá er alt - sambært Taks - í lagi.

Enn eru 2000 persónar, ið ikki hava latið TAKS umbidnar lánsupplýsingar, um hvat teirra lán eru nýtt til. Hesi fáa nú í brævi eina seinastu freist til tann 17. januar at lata TAKS upplýsingarnar. Eftir hetta verður rentustuðulin hjá teimum, sum ikki hava latið TAKS upplýsingarnar, steðgaður.

Orsøkin til at TAKS tørvar hesar lánsupplýsingar, er broytingar í lógini um rentustuðul, sum løgtingið samtykti í 2009. Lógarbroytingarnar merktu í høvuðsheitum, at rentustuðulin var avmarkaður soleiðis:

? Stuðul verður bert latin til bústaðin hjá skattgjaldaranum.

? Eitt matrikkulnummar fær ikki stuðul av rentum omanfyri 150.000 kr., sjálvt um fleiri eigarar eru av húsunum, undantikið lutaíbúðir.

? Ein persónur fær ikki rentustuðul av meira enn 150.000 kr.

? Rentur av lestrarláni og láni til veðhald verða ikki longur roknaðar upp í upphæddina, ið verður avmarkað til 150.000 kr.

Av tí at skipanirnar hjá TAKS ikki hava skrásetingar um, hvat lán verða brúkt til, og tískil ikki kunnu taka hædd fyri avmarkingum, hevur verið neyðugt hjá TAKS at biðja borgararnar upplýsa, hvat lán teirra eru nýtt til.

Fyrstu ferð TAKS bað um hesar upplýsingar var í brævi, sum varð sent saman við skattauppgerðini ella sjálvuppgávuni í 2010. Tá vóru tað nógv, sum lótu TAKS umbidnu upplýsingarnar.

Í oktober 2010 gjørdi TAKS eitt lýsingarátak, har fólk vóru mint á at lata TAKS lánsupplýsingarnar, við freist tann 1. november. Eisini tá fekk TAKS upplýsingarnar frá nógvum fólkum.

Nú resta 2000 í, sum enn ikki hava latið lánsupplýsingarnar. Við vón um at fáa upplýsingarnar frá teimum seinastu 2000, hevur TAKS longt svarfreistina til 17. januar 2011 kl. 15. Samstundis fáa hesi 2000 í brævi frá TAKS enn eina áminning um at lata lánsupplýsingarnar.

Seinastu tíðina hevur TAKS fingið heilt nógvar fyrispurningar frá fólkum, sum hava ivast í, um tey hava latið lánsupplýsingarnar. Í hesum sambandi ynskir TAKS at boða frá, at tað bert eru tey, sum nú aftur fáa eitt bræv um vantandi lánsupplýsingar, sum enn mangla at lata TAKS upplýsingarnar, og hvørs rentustuðul møguliga verður steðgaður. Øll tey, sum onki bræv fáa, skulu ganga út frá, at TAKS hevur teirra lánsupplýsingar, og at teimum ikki nýtist at gera meira við hetta.

Lánsupplýsingarnir skulu latast til TAKS á Smyrilsvegi 7 í Tórshavn ella við telduposti til taks@taks.fo . Hetta stendur eisini í sendu brøvunum.