Stórt kaðalskip vitjaði á Havnini

Stóra kaðalskipið Deep Energy hevur verið á Havnini eftir útgerð og manning

Hetta sera stóra skipið, sum er bygt í 2013, arbeiðir fyri oljuvinnuna í Hetlandi. Um 100 fólk arbeiða umborð á skipinum, sum fæst við rørarbeiði á havbotninum fyri oljuvinnuna í bretskum sjógvi. 

Skipið, sum er skrásett á Bahamasoyggjunum og sum er 195 metrar langt, kom á Havnina fyrr í vikuni at skifta manning og eftir útgerð.