Fyri fyrstu ferð í søguni fór føroyska tónleikatiltakið Míttland av bakkastokki leygardagin. Stóri konsertdagurin, sum fór fram á Femøren við Oyrasund á Amager, hevði ikki færri enn 22 føroysk tónleikanøvn á skránni. Talan var um fleiri av teimum kendastu fólkunum innan føroyskt tónleikalív, so sum Kim Hansen, Martin Joensen, Kári P, Lena Andersen, Kristina Bærentsen, Jens Marni Hansen, Evi, Hanus G og fleiri onnur.
Umframt tónleik vóru eisini ymiskir básar við sølu av mati og drekka.
Tiltakið byrjaði klokkan 13.30, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, við eini røðu setti Míttland. Og síðani var tónleikur og undirhald á stóra pallinum allan dagin og heilt fram til á midnátt, tá allir tónleikarar og konsertgestir endaðu tiltakið við at syngja tjóðsangin.
Fyrireikararnir meta, at umleið 2000 fólk høvdu leitað sær út á Femøren leygardagin.
- Vit stúrdu eitt sindur fyri, hvussu veðrið mundi fara at verða, og hvussu nógv fólk kanska mundu fara at koma. Men tað vísti seg, at veðrið var verið av tí allarfagrasta, og eg má siga, at eg eri sera væl nøgdur við, hvussu tiltakið hilnaðist, sigur Gudmundur Djurhuus, sum longu nú er vísur í, at Míttland verður aftur næsta ár.
- Undirtøkan hevur verið so mikið góð, at eg longu nú kann siga, at Míttland verður aftur um eitt ár, sigur Gudmundur Djurhuus.