2013: Stór avbjóðing at fólkatalið ikki veksur

Marita Rasmussen
Stjóri í Vinnuhúsinum

- 2013 verður helst sum undanfarin ár avbjóðandi fyri fleiri vinnugreinir. Útlitini eru torfør at meta um, m.a. orsaka av, at fíggjar-og búskaparkreppa framvegis er í stórum pørtum av Evropa, eisini í londum, sum føroyingar vanliga útflyta til.

- Gongdin í byggivinnu og tænastuvinnu er tengt at, um tað eydnast landinum at fáa aktivera nógvu milliónirnar til byggiverkætlanir, sum skuldi verið farið í gongd, men sum ikki eru nýttar. Somuleiðis eru útlitini tengd at, um fólk flest hava álit á búskapinum og tískil fara undir at brúka pening aftur og soleiðis stimbra innlendis eftirspurningin eftir vørum og tænastum.

- Fyri summar vinnugreinar, serliga innan handverksvinnunar atgongd til arbeiðsmegi ein stór avbjóðing og verður tað neyðugt at betri atgongd fæst til arbeiðsmegi aðrastaðni frá. Tað er sera týdningarmikið, at vinnan hevur atgongd til arbeiðsmegi fyri at forvinna pening, soleiðis at fyritøkurnar kunnu menna seg og skapa enn tryggari arbeiðspláss.

- Tað er ein eisini ein avbjóðing, at fólkatalið í Føroyum ikki veksur. Tað er tí alneyðugt, at vit øll samstarva um hetta mál og í felag fremja nøkur átøk fyri at fáa vent gongdini. Í hesum sambandi hevur tað stóran týdning at meira verður gjørt við at knýta samband millum føroyskt vinnulív og okkara børn, sum eru burtur í lestrarørindum, soleiðis at allir møguleikarnir í føroyskum vinnulívi gerast sjónligir fyri føroysk lesandi – til gagns fyri vinnulívið, lesandi og samfelagið sum heild.

- Arbeiðsloysið er minkað seinasta árið. Somuleiðis er bilasølan vaksin við eini 28 prosent í 2012 í mun til 2011. Tað er tekin um, at tað gongur betri búskaparliga. Fyri fiski- og framleiðsluvinnuna eru útlitini á leið tey somu sum undanfarna ár, meðan útlitini í byggivinnuni er í stóran mun tengd at, um tann peningur, ið settur er av til íløgur verður nýttur. Tænastuvinnan er tódnað nógv seinastu árini og hevur havt tað torført. Eg vóni tó, at eftirspurningurin í 2013 veksur og fíggjarligu úrslitini í hesum partinum av vinnuni betrast.

- Alivinnan hevur gingið sera væl seinastu árini, og væntandi verður 2013 enn eitt ár har vinnugreinin klárar seg væl. Vónandi verður heilsustøðan hjá alifiski framhaldandi góð í 2013. Væntað var , at prísurin fór at lækka í 2012, men tað vísti seg, at prísurin hevur hildið seg á einum rímiligum støði hóast útboðið øktist við umleið 20 prosentum. Tað eru góðar vónir um, at prísurin fer at halda seg væl í 2013.

- Ferðavinnan hevur havt viðgongd seinasta árið og roknað verður við, at gongdin heldur fram í 2013

- Fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum hevur ikki verið góður seinni árini og eg vænti ikki, at 2013 verður nógv betri. Fleiri fiskastovnarnir eru illa fyri og hevur fiskiskapurin tí verið vánaligur. Avkastið frá hevur tí verið ov lítið til at geva eitt nøktandi fíggjarlig úrslit. Tí kunnu vit vænta framhaldandi mótbrekku fyri heimaflotan í 2013.