2025 hevur verið árið við nógvum merkisdøgum

- Mær dámdi væl regn øll árini á SEV, men í ár haldi eg, at tað hevur verið ov mikið, bæði við regni og illveðri, sigur fyrrverandi SEV-stjórin, Klæmint Weihe

Myndina tók Jens Kristian Vang

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Vit verða heima hjá oķkum, eta ein góðan bita og hugna okkum inni, til vit fara út at brenna fýrverk av saman við grannum. Vit hava besta útsýnið yvir allan býin her á Marknagilsvegnum.

 

Tað sigur Klæmint Weihe, og hann leggur aftrat, at ofta er tað suppa, tá fýrverkið er skotið.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025? 

 

- Hetta hevur verið eitt ár við fleiri merkisdøgum. Konan fylti 75 ár í mai, vermóður fylti 100 í juni, eg fylti 75 ár í oktober, og so høvdu vit verið gift í 55 ár í november. Tað mátti hátíðarhaldast, og tað gjørdu vit á Tenerifa saman við allari familjuni.

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Mær dámdi væl regn øll árini á SEV, men í ár haldi eg, at tað hevur verið ov mikið, bæði við regni og illveðri, sigur hann brosandi.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026? 

 

- Myrku skýggini, sum hava rikið yvir heimin við kríggi í Evropa og Miðeystri, fara kanska at tynnast. Eg vóni, at friðarsamráðingarnar føra á mál, so ósek menniskju ikki skulu lata lív.

 

Klæmint Weihe heldur, at útlitini fyri Føroyar kanska ikki síggja so vónleys út, hóast avbjóðingar eru.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Nei, tað geri eg ikki, tí tey verða ikki hildin kortini, leggur fyrrverandi SEV-stjórin aftrat.

 

Myndina tók Jens Kristian Vang