- Á jólum stóð stólurin hjá mammu tómur

- Vónirnar eru, at mín familja verður spard fyri meira sjúku og sorg, tí vit hava verið so hart rakt seinasta árið, sigur Súsanna Bertholdsen

 

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár? 

 

- Á Tvøroyri er siðvenja hjá nógvum at fara eitt slag av pílagrímsferð niðan á Oyrnafjall, sum er 443 metrar høgt. Hetta er eisini vorðið siðvenja hjá mær og mínari familju. Tað fara vit eisini í ár, har vit øll fýra eru heima.

 

Soleiðis sigur Súsanna Bertholdsen, og í sama viðfangi leggur hon aftrat, at áðrenn farið verður niðan á Oyrnafjall, fer hon til Tjaldavíkar at dyppa og í sauna, og her eru allarbestu umstøður til tess í Føroyum.   

 

- Túrurin niðan á Oyrnafjall plagar at byrja klokkan 14. Vit hava matpakka við føroyskum viðskera við, og tá vit koma oman aftur, servera Dagmar og Heri Højsted góða og heita suppa, sum part av nýggjárshaldinum á Tvøroyri. 

 

Hon sigur, at hetta er ein sera góður túrur, har høvi er at hugsa um árið, sum fer og um nýggja árið fyri framman. Umframt fríska luft, rørslu og at vera partur av einum felagsskapi og góðu siðvenjuni.

 

- Nýggjársaftan halda vit á Café MorMor, har versonurin hjá okkum, Sverri og vinmaður hansara, Mathias, standa fyri matinum. Annar er verkfrøðingur, og hin verður skjótt verkfrøðingur, og teir hava ta felags passión at gera góðan mat. 

 

Súsanna Bertholdsen sigur, at temaði er góður matur úr sjónum, og teir royna at fáa ein part av matinum til høldar sjálvir við góðari hjálp.

 

- Pápi mín hevur verið í fjørðinum við teimum og teirra hjálparum eftir góðum fiski, og maður mín fer við teimum eftir kræklingum, og so hjálpast tey at við at reinsa og gera klárt. Vit skulu hava heimabakað focaccia-breyð og vín við.

 

Hon sigur, at í ár verða tey 19 fólk, og fimm ymiskir rættir eru á matkortinum.

 

- Har verða vit alt kvøldið og út á náttina, og á midnátt fara vit út um at njóta flotta fýrverkið á Tvøroyri.

 

Hvat var tað keðiligasta, sum hendi í 2025? 

 

- Eg misti mammu mína, sum doyði hin 21. juli eftir stutta sjúkralegu. Tað er tað svárasta, sum eg havi upplivað, og hetta hevur eisini sett sín dám á jólini, ið hava verið sera kensluborin, men eisini góð og hugnalig, tí maðurin, Áki og døturnar, Drós og Ýr, eru heima heima.

 

Hon sigur, at løtan í kirkjugarðinum jólaaftan var sera kensluborin, og hon dylur ikki fyri, at tey grótu øll.

 

- Eg eri einabarn og havi verið saman við mammu míni hvørji einasti jól uttan í 2009, tá vit vóru úti og sigldu við Áka og tí hildu jól í Brasilia. Stólurin hjá mammu var tómur í ár, men vit høvdu hana við okkum í hjartanum og eiga nógv góð minnir, sum pabba og vit fýra prátaðu um. Gleði og sorg kunnu fylgajst.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025? 

 

- Eg klári ikki at halda meg til eina hending. Elsta dótturin hjá okkum, Drós, varð liðug sum sálarfrøðingur í mai, og tá var eg bæði glað og errin. Ólavsøkuskrúðgongan sum landsstýriskvinna var heilt serlig. Tað var so stutt eftir, at eg hevði mist mammu, men eg valdi at fara á ólavsøku, tí tað hevði hon ynskt, at eg fór. 

 

Súsanna Bertholdsen sigur, at í september varð pápi hennara skurðviðgjørdur í rygginum á Landssjúkrahúsinum. Sjálv skurðviðgerðin gekk væl, men hann fekk eina stóra bløðing aftaná og varð tí fluttur á ryggdeildina á Glostrup Sygehus. 

 

- Hetta var sera ógvusligt at uppliva so stutt eftir, at eg hevði mist mammu, og eg føldi, at nú var eg ordiliga pressað og hjartkipt. Eg var við pabba í Danmark og búði á Sjúklingahotellinum Tórshavn, sum eg havi stóran tokka til.

 

Hon heldur, at tá sjúka rakar, og neyðugt er at fara av landinum, er tað fantastiskt, at vit hava eitt føroyskt sjúklingahotell í Keypmannahavn.

 

- Har fáa vit ikki bert innivist, men eisini umsorgan og tryggleika, sum ikki kunnu gerast upp í peningi og heilt sikkurt hava jaliga ávirkan á sjúkugongdina. Millum vitjanirnar hjá pabba, so sat eg á Teams fundum við restini av landsstýrinum ein stóran part av tíðini, meðan arbeitt varð við fíggjarlógini fyri 2026.

 

Súsanna sigur, at tíbetur kom pápin fyri seg, og tey sluppu heim eftir eina viku. 

 

- Vit hava framt góð politisk átøk fyri at lætta um gerandisdagin hjá vanliga føroyingin og barnafamiljunum uppá ymiskar mátar. Vit hava gjørt tað meira lokkandi at vera lesandi í Føroyum og fara framhaldandi at arbeiða við hesum.

 

Og hon leggur aftrat:

 

- Vit hava fingið okkara fyrsta heilsupolitik, sum er sera væl úr hondum greiddur og er úrslit av einari stórari verkætlan, har nógv áhugafelag og einstaklingar aktivt hava tikið lut og havt møguleika fyri at geva sítt íkast.

 

Hon vísir á, at eisini vanligi føroyingurin hevði møguleika fyri at skriva til Heilsumálaráðið, og tað vóru mong, sum brúktu møguleikan.

 

- Harumframt hava vit tikið eitt risastig rætta vegin at gera Føroyar til eitt meira rúmligt samfelag í javnstøðuhøpi við at vísa føroyskum kvinnum ta virðing og tað álit, sum tær hava uppiborðið við at geva teimum ræðisrætt á egnum kroppi, sigur Súsanna.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?

 

- At mín familja verður spard fyri meira sjúku og sorg, tí vit hava verið so hart rakt seinasta árið. Politiskt gleði eg meg til at trýsta á grøna knøttin, tá vit skulu atkvøða um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroytunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Eg vil vera við til at geva suðuroyingum eina vón, sum fer at vera við til at venda neiligu gongdini í oynni.

 

Hon heldur, at tunnilin fer ikki einsamallur at venda gongdini, men saman við vónini og rætta hugburðinum, væntar hon, at tað fer at bera til at venda gongdini.

 

- Eg havi eisini aðrar vónir fyri 2026, bæði privat og politiskt fyri Føroyar og fyri ótrygga umheimin, sum vit eru partur av. Løgtingsval verður í 2026. Vónandi og væntandi fara vit at klára okkum betur enn veljarakanningarnar siga, men eg haldi, at stundin er komin til sjálvrannsakan: “Hvat kunnu vit gera betur ?” og so veruliga lurta eftir kritikkinum.

 

Hon heldur fyri, at uttan mun til, hvør kemur í samgongu, so eru uppgávurnar og avbjóðingarnar fyri framman tær somu, og tað krevur politiskt dirvi og breiðar semjur at loysa hesar.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti? 

 

- Nei, tað geri eg ikki. Eg eri rættiliga tilvitað um mína heilsu og eginumsorgan. Hvønn einasta dag royni eg at gera mítt allarbesta í tí, sum eg takist við. Við jøvnum millumbilum, so taki eg meg saman og royni at vera raskari at vitja familju og vinir, brúka telefonina minni og lesa fleiri bøkur, sum eg faktisk elski at gera, sigur Súsanna Bertholdsen.