Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Eg fari at halda nýggjár í Hósvík saman við systir mínari.
Tað sigur Arnleyð Tungá.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Tað besta, sum hendi í árinum, var, at eg bleiv omma fyri aðru ferð.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Her er einki keðiligt í árinum, sigur hon.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Eg eri so positiv, so eg havi bara góðar vónir fyri komandi ár.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Ja, men nýggjárslyftið hald eg fyri meg sjálva, sigur Arnleyð Tungá brosandi.











