Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Nýggjár hjá okkum heima í Broncks er ógvuliga merkt av siðvenju. Vit byrja dagin við einum frískligum gongutúri og einari vitjan í kirkjugarðinum, har vit tendra ljós fyri okkara kæru, sum eru farin undan okkum.
Tað sigur Súsanna Sondum, og hon leggur aftrat:
- Síðan steðga vit á og njóta eina hugnaliga løtu á kafé við kortspæli og onkrum brúsandi afturvið, áðrenn leiðin gongur út á Landavegin til mammu mína. Hvørt ár borðreiðir hon við stóra kalda borðinum, og familja og vinfólk støkka inn á gólvið til ein betri bita.
Hon vísir á, at so langt, sum hon kann minnast, hevur hon verið á Oyggjarvegnum á midnátt gamlaárskvøld.
- Her standi eg enn og telji niður saman við mínum nærmastu. Tá klokkan hevur sligið tólv, plaga vit at fara heim til okkara ella til beiggja mín, har kvøldið heldur fram.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- 2025 hevur verið eitt hendingaríkt ár við nógvum góðum og minniligum løtum, sum hava sett síni spor. Eitt nú uttanlandsferðirnar og at vitja børnini, sum bæði eru lesandi í Keypmannahavn, hava havt stóran týdning fyri meg.
Men, í árinum hava eisini verið nakrar heilt serligar upplivingar.
- Millum annað tvær konsertir, sum eg havi bíðað eftir í yvir 30 ár, og sum endiliga gjørdust veruleiki. Eisini fekk eg høvi at ferðast í egnum landi saman við góðum vinfólkum, og hetta vóru dýrabarar løtur.
Og hvat var tað keðiligasta, sum er hent í 2025?
- Eg minnist ikki nakað serstakliga keðiligt. Kanska tí, at eg gjøgnum árini havi lært meg at hyggja frameftir heldur enn aftureftir. Um nakað, so var tað, at ferðin onkuntíð var høg, og tíðin til ein steðg ov stutt. Ein góð áminning um, hvussu týdningarmikið tað er at finna javnvág í gerandisdegnum.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Sum so nógv onnur ætli eg mær alt møguligt, nú árið er farið at halla. At koma aftur í renniskógvarnar og renna hálvmarathon, fara fleiri hagatúrar og eta eitt sindur sunnari. Men mest av øllum havi eg eina heilt einfalda vón: At fáa løtur við ró og nærveru og helst liggjandi undir einari parasoll í Norðuritalia.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Ikki eitt klassiskt nýggjárslyfti. Tað havi eg roynt fyrr, og tað heldur sjáldan longur enn til føstulávint. Heldur fari eg at taka dagarnar, sum teir koma. Onkuntíð í renniskóm, onkuntíð til pizza-buffet og aðrar tíðir við parasollini í huganum, sigur Súsanna Sondum.










