25 milliónir meir inn

Fíggjarliga úrslitið hjá Tórshavnar Kommuna var betri í fjør, enn roknað var við ársbyrjan.

 

Fíggjarliga úrslitið hjá Tórshavnar Kommuna var betri í fjør, enn roknað var við ársbyrjan.

Í fjør fekk Tórshavnar kommuna góðar 25 milliónir meiri í inntøku,enn roknað var við í Fíggjarætlanini.

Hetta vísir roknskapurin hjá kommununu, sum var almannakunngjørdur nú ein dagin.

Roknskapurin vísir, at í fjør hevði kommunan eina inntøku uppá slakar 258 milliónir.

Í fíggjarætlanini varð roknað við eini inntøku uppá 233 milliónir.

Inntøkan er sjálvandi at kalla bara skattur. Men hon fekk eisini næstan 900 túsund inn frá traðum og økjum.

Hinvegin ganga mestu pengarnir hjá kommununi til sosial- og heilsumál, 32,8 milliónir í fjør. Skúlamál kosta 18,8 milliónir og gjøld til landskassan 20,5 milliónir.

Kommunan skyldar 553 milliónir, tá er Tórshavnar Havn ikki uppí, hon skyldar 94 milliónir, men klárar sínar fíggjarligu skyldur sjálv.

Av skuldini hjá kommununi, skulu 500 fíggjast yvir skattin, hinar 50 eru fyri býlingshús og dagsstovnar o.s.fr. sum Landið betalir ein part í.

Kommunan ætlar at betala 35 milliónir av skuldini í ár.

500 milliónir í skuld svarar til tvær álikingar og tað hevur verið góðtikið at vera rímiligt. Málið er at koma niður á eina álikning hetta valskeiðið.