262 fyrrverandi og núverandi flogskiparar hava stevnt írska lágprísflogfelagnum Ryanair í einum máli, sum er lagt fyri handilsrættin í London.
Tað skrivar danski miðilin MobilityWatch við The Daily Mail sum keldu.
Flogskipararnir hava verið knýttir at Ryanair gjøgnum starvsfólkafyritøkur og hava tí ikki verið beinleiðis settir í starv hjá flogfelagnum.
Teir halda kortini, at teir í roynd og veru hava verið arbeiðstakarar hjá Ryanair og tí hava rætt til somu grundleggjandi starvsfólkarættindi sum onnur starvsfólk – millum annað frítíðarløn, pensjónsgjøld og løn undir sjúku.
Ryanair hevur hinvegin hildið fast við, at kontraktflogskipararnir ikki vóru starvsfólk hjá felagnum, og at Ryanair tí ikki hevði skyldu at rinda teimum hesi gjøld.
Málið verður ført av fyrrverandi Ryanair-flogskiparanum Richard Phillips saman við 261 øðrum flogskiparum. Eisini starvsfólkafyritøkurnar Storm Global og Brookfield Aviation International og skattaráðgevingarfyritøkan Scanlon Associates eru stevndar.
Vísa til eldri dómar
Flogskipararnir byggja millum annað málið á ein dóm í bretska kærurættinum í fjør.
Har varð staðfest, at Ryanair-flogskiparin Jason Lutz var at rokna sum starvsfólk hjá flogfelagnum og ikki sum sjálvstøðugur vinnurekandi, tá hann fleyg fyri Ryanair undir líknandi treytum.
Líknandi mál hava verið fyri rættinum aðrastaðni í Evropa.
Í januar í ár kom ein týskur dómstólur til ta niðurstøðu, at Ryanair-flogskiparar á týskum støðum vóru starvsfólk og tí fevndir av reglunum um sosial tryggingargjøld.
Ein spanskur dómstólur hevur eisini givið einum flogskipara viðhald í einum uppsagnarmáli móti Ryanair og fleiri av starvsfólkafyritøkunum.
Løgfrøðingarnir hjá flogskiparunum vísa harumframt til bretska Uber-málið, har hægstirættur staðfesti, at Uber-bilførarar vóru arbeiðstakarar og ikki sjálvstøðugir kontrakttakarar.
Tey 262 flogskipararnir vilja nú hava sama prinsipp at galda fyri flogskiparar, sum eru útvegaðir flogfeløgum gjøgnum starvsfólkafyritøkur.
Kelda: MobilityWatch / The Daily Mail










