info
Ongi úrslit

Hví er toskurin fongdur við lús?

Ymiskar meiningar eru um hetta, men fleiri halda, at ein orsøk er, at nógvur fiskur er til. Fiskurin stendur tættur, og lættari er hjá lúsini at flyta seg av einum fiski á annan

Vilmund Jacobsen
8. august 2026 kl. 18:56

Ein maður, sum regluliga fiskar við ferðafólki, spyr á sínum Facebook-vanga, um aðrir, sum fiska tosk, hava lagt til merkis, at toskurin er fongdur við lús.

- Havi lagt til merkis, at toskurin í summar hevur havt sera nógva lús. Eg fiski umleið 100 dagar hvørt summar við ferðafólki, og eg havi ongantíð áður sæð so nógva lús á toski.

Maðurin spyr tískil, um tað eru aðrir, sum hava lagt hetta til merkis í summar.
Tað eru fleiri, sum viðmerkja á tráðnum hjá manninum, sum fiskar við ferðafólki, og tað eru eftir øllum at døma fleiri, sum vita um lús á toski at siga í summar.
Ein viðmerkjari skrivar soleiðis:

- Ja, óvanliga nógv lús. Fiskurin stendur tættur, og lúsin hevur lætt við at flyta seg frá fiski til fisk og formera seg. Laksalús og toskalús er hvørt sítt, leggur viðmerkjarin aftrat.

Ein lesari skrivar, at eisini á Føroyabanka var eitt sindur av lús at síggja, og fiskurin hevði onkur smá sár. Er ov nógv til, og fiskurin stendur tættur, fær hann ofta lús og aðrar sjúkur.

- Haldi, at trupulleikin er størstur, tá toskurin er slánutur, sum eg haldi, at hann er nú. Toskurin sær gott út, tá hann kemur úr sjónum, men klænkar nógv eftir nøkrum tímum, skrivar ein annar.

Ein lesari sigur, at hann bara hevur sæð lús á fiskinum, sum hann hevur fingið innarliga á sjónum.

- Tá lús var at síggja á fiskinum, var tað gott tekin, søgdu teir gomlu, tí tá var nógv til. Soleiðis var eisini í 2019 og 2020. Tá var so nógvur toskur til, at hann svam á land.

Ein vísir á, at sjógvurin er vorðin heitari, og lúsin verður skjótari kynsbúgvin í heitum sjógvi. Tí er ikki óhugsandi, at tað verða uppaftur fleiri lýs í framtíðini.

Men, her er ein annar viðmerkjari ikki samdur:

- Toskalús á hvørjum fiski sær stendst av, hvussu tætt fiskurin stendur - og ikki av hitanum í sjónum. Syðri, har sjógvurin er nógv heitar, hevur toskurin ongar trupulleikar av lús.

Viðkomandi vísir eisini á, at sjógvurin er kaldari í ár enn í fjør.

- Einasta broyting er, at fiskurin stendur tættari, og lættari er hjá toskalúsini at flyta seg millum fiskin. Toskalúsin minkar aftur, tá toskastovnurin minkar, leggur lesarin aftrat.

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgreglan stovnar nýggja fyribyrgingareind

5 minuttir síðan
Tíðindi

AfD vil tosa við allar flokkar um at skipa stjórn

57 minuttir síðan
Tíðindi

Vildi heldur havt friðartiltak enn hernaðarvenjing

1 tími síðan
Tíðindi

Putintrúgvur flokkur fær nærum helvtina av atkvøðunum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Ríkisfelagsskapurin gevur atgongd til fleiri tvískattaavtalur

2 tímar síðan
Tíðindi

Trygdarskapandi tøkni kann fáa størri leiklut í vælferðini

2 tímar síðan
Tíðindi

AfD størsti flokkur – flokkurin hjá Merz nærum undir sperrumarkinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Bárður: Føroyingar skulu ikki kenna seg ótryggar

3 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarar og djúpvatnstrolarar koma inn at landa í vikuni

4 tímar síðan
Tíðindi

Mette Frederik­sen: Havi eitt sera gott sam­band við Trump

4 tímar síðan
Tíðindi

Fýra frystilínuskip í føroyskum sjógvi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Hellas Verona er nú fimtfremst í italsku Seriu B

5 tímar síðan