27.000 ferkilometrar av botni

Mikudagin vórðu krøv latin inn til Sameindu Tjóðir at vaksa um landaøkir undir havinum norðanfyri Føroyar. – Verða krøvini góðtikin, fær hvør føroyingur 77 fótbóltsvallir í part av øki, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri

Sjálvi argumentini fyri, at hvør føroyingur skal fáa 77 fótbóltsvallir at dusa sær á er loynilig, men Bjørn Kunoy, sum skal leiða nevndina fyri danska kongaríkið, ið ger krav upp á økið mótvegis ES, greiðir frá, at talan er um ymiskar botnkanningar, sum vísa, at økið á onkran hátt hoyrir til Føroyar.

– Vit eru sannførdir um, at argumentini eru í lagið, hóast vit ikki hava nýtt somu argumentir, sum Íslendingar hava nýtt, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.

Íslendingar lótu síni krøv inn mikudagin, sum er sami dagur, sum danska ríkið lat síni krøv inn.

Økið sjálvt, sum norðmenn og íslendingar eisini gera krav uppá er umleið 90.000 ferkilometrar av havbotni, og tað er longu avtalað millum londini, at danska kongaríkið skal hava 27.000 ferkilometrar av økinum, sum svarar til eini 30 prosent av samlaða økinum.

Orsøkin til, at talan er um 30 prosent, og ikki 33 prosent, sum sær mest kristiligt út, er at Noreg hevur bæði norska meginlandið og Jan Mayen, til at gera krav við.

Norska kravið er longu góðtikið av ST, men føroyska og íslendsku krøvini eru ikki góðtikin, og mett verður, at hetta fer at taka eini fimm ár.

– Tað verða í hvussu so er fimm ár, til tað verður endaligt, sigur Bjørn Kunoy.

Somuleiðis er greitt, at um Ísland ikki fær sítt krav góðtikið av ST, so fær danska kongaríkið 40 prosent og Noreg 60 prosent av teimum 90.000 ferkilometrunum.


Nýtt 30 mió

Arbeiði við at fyrireika krøvini hevur verið í gongd í nógv ár, og hevur higartil kostað umleið 30 milliónir krónur, og Finn Mørk, jarðfrøðingur ger greitt, at møguleikin fyri olju og gassi er øgiliga avmarkaður á økinum.

Men Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, er sannførdur um at fæst økið, so er talan um størsta frambrot síðan fiskimarkið varð flutt.

– Tað er ilt at siga, hvat vit kunnu fáa burturúr økinum, men royna vit ikki at fáa fatur á tí, so hava vit mist møguleikan, sigur Jørgen Niclasen.

Tað, sum serliga hevur kostað pening í samband við arbeiðið er allur seismikkurin, sum hevur verið skotin, fyri at gera krøvini greiðari.

Nú verður ikki so nógvur peningur nýttur afturat, men Jørgen Niclasen ger greitt, at tað helst verða flogbilettir, sum koma at kosta komandi tíðina fyri Uttanríkisráðið, tá ymisku krøvini skulu leggjast fram.


Rætturin

Við hesum økinum, sum alt er umleið 3000 metra dýpi, fáa føroyingar ikki rættin til fiskin í økinum, men til tað, sum krýpur á botninum, hóast Jørgen Niclasen, ikki metir, at so nógv er á botninum. Somuleiðis verður rættur fingin til miniralirnar, sum kunnu verða har, og magnesium er ein møguleiki.

Hinvegin eru lítlar vóni til olju og gass, sum føroyingar eisini kundu gagnnýtt á økinum. Men avtalan millum londini er háttað soleiðis, at botnurin í øllum møguligu økjunum er eins.

– Havbotnurin í økjunum líkist øgiliga nógv, sigur Finn Mørk, jarðfrøðingur, sum sostatt staðfestir, at á tann hátt hevur onki svikaligt verið.


Fyrireika krav til syðra økið

Sunnanfyri Føroyar er eisini havbotnur, sum danska kongaríkið fer at gera krav uppá. Tað eru økið við Rokkin.

– Vit eru í gongd við at fyrireika krøvini til økið sunnafyri, og har verður kravið nógv størri enn í økinum norðanfyri, sigur Jørgen Niclasen, sum er sera errin av, at føroyingar sleppa at leiða nevndina, sum skal samráðast við ST um havøkini.

Hinvegin metir Jørgen Niclasen vera ein vanda, at krøvini hjá øðrum londum um økini sunnanfyri longu eru latin inn, og tí kann verða vandi fyri, at serfrøðingarnir, sum skulu avgera, hvør fær hvat øki, taka fyrstu sjónarmiðini fyrst við, og síðani hugsa um seinnu sjónariðini.

- Fyrst er best, men tað ger ikki støðuna ógjørliga, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.