Fyrstu dysturin í bólki B hevur verið í dag. Ongland vann heili 6-2 á Iran. Bukayo Saka skoraði tvey, meðan Jude Bellingham, Raheem Sterling og innskiftu Marcus Rashford og Jack Grealish eitt í part. Mehdi Taremi, sum spælir í FC Porto, skoraði bæði málini hjá Iran.
Dysturin hevur eina óhepna byrjan, tá málverjin hjá Iran rendi saman við einum verjuspælara. Hann fekk týðiliga mein av hendingini og mátti skiftast út. Av tí sama legði dómarin 14 minuttir aftura í fyrra hálvleiki.
Tá var støðan longu 3-0. Í seinna hálvleiki helt trýstið fram og Ongland kom upp á 4-0, áðrenn Iran minkaði um munin. Tað vóru aftur skaðastøður í seinna hálvleiki, umframt VAR-støður. Dómarin legði fyrst 10 minuttir afturat, men í evstu løtu var ein VAR-støða, sum gav brotsspark til Iran. Tí bríkslaði dómarin ikki av, fyrr enn 13 minuttir vóru spældir av yvirtíð í seinna hálvleiki.
Samanlagt 27 minuttir av yvirtíð og ein greiður sigur til Ongland.
HM 2022 – Bólkur B:
Onglandi – Iran 6-2 (3-0)
1-0 Bellingham, 35.
2-0 Saka, 43.
3-0 Sterling, 45+1.
4-0 Saka, 62.
4-1 Taremi, 65.
5-1 Rashford, 71.
6-1 Grealish, 90.
6-2 Taremi, 90+12 br
Støðan:
- Ongland 3
- USA 0
- Wales 0
- Iran 0