Hetta er ein sjálvhjálparbólkur, sum Anna S. Dalsgaard hevur tikið stig til. Hesin hevur til endamáls at virka sum stuðul fyri børn og ung, sum hava mist foreldur og/ella systkin við deyða.
Eftir tilmæli frá fíggjarnevndini samtykti bygdarráðið at lata 3.000 kr. til henda sjálvhjálparbólkin.
Karl A. Olsen, bygdarráðsformaður í Vestmanna sigur við Sosialin, at fleiri aðrar kommunur eisini stuðla hesum bólkinum.
-Vit lótu 3.000 kr. í fjør, og tað gera vit eisini í ár, sigur hann.