30 miljónir fleiri til íløgur

- Vit raðfesta trivnað og arbeiði frammarliga.

Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum nú er komin væl áleiðis við at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldi varð fíggjarætlanin samtykt fyrstu ferð, men hon skal samtykkjast einaferð aftrat, áðrenn hon er endaliga avgreidd.

Borgarstjórin vísir á, at í fíggjarætlanini fyri næsta ár eru 130 miljónir krónur settar av til útbyggingar av ymiskum slagi. Tað eru einar 30 miljónir krónur meiri, enn Tórshavnar kommuna brúkar til íløgur í ár.

- Tey stóru tøkini eru Boðanesheimið, brúgvin um Sandá og aðrar útbyggingar.

Heðin Mortensen leggur dent á, at kommunan vil raðfesta trivnaðin hjá borgarunum frammarliga og ætlar eitt nú at gera gongugøtur og súkklubreytir.

- Ætlanin er eisini at byggja ein musikkskúla, eins og ætlanin er at gera nógv burtur úr at umvæla gongubreytir, sigur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.