30 millónir klárar til ferðavinnuna

Hetta er ein gyltur møguleiki hjá ferðavinnuni sigur Framtaksgrunnurin

 

Í sambandi við tann triðja jjálparpakkan í sambandi við korona, vórðu 30 milliónir krónur hjá Framtaksgrunninum, Føroya markaðar til ferðavinnuna í 2020-21. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá trongdu ferðavinnuni at tryggja gjaldføri og nú eru pengarnir tøkir siga tey í framtaki.

Nógv virksemi í ferðavinnuni er avlýst orsakað av koronakreppuni, og hetta leggur stórt trýst á inntøkur og gjaldførið hjá vinnuni, sum helst verður fyri stórum tapi í ár, og kanska næsta ár við.

Framtaksgrunnurin, ella Framtak, setir váðafúsan pening í føroyskar fyritøkur, serliga nýggjar fyritøkur, har møguleiki er fyri vøkstri. Hetta kemst av, at virksemið hjá Framtaki hevur verið avmarkað til íløgur í nýggjar fyriøkur, ella til at økja um virksemi í eini fyritøku.

Men við Hjálparpakka trý eru hesar avmarkingar broyttar, og sostatt bróðar grunnurin seg nú til at hava 30 milliónir tøkar til íløgur í júst ferðavinnuna.

– Peningurin kann brúkast til verandi virksemi, nýmenning ella til at víðka um virksemið hjá fyritøkuni.

Endamálið hjá Framtaki er at menna føroyskar fyritøkur og hann veitir ofta  fígging til feløg, har váðin er lutfalsliga stórur. Grunnurin veitir ábyrgdarlán ella ger íløgu í felagið sum partapening, ella eitt sindur av hvørjum.

– Tað er tó ein treyt, at peningastovnar samstundis veita lán, sum í minsta lagi eru líka stór sum íløgan hjá grunninum, ella at aðrir íleggjarar skjóta líka nógvan eginpening, ella ábyrgdarpening, í felagið.

 

Eitt ábyrgdarlán er eitt lán, har ongin trygd verður kravd, og ongar treytir eru fyri, hvat lánið skal brúkast til. Tí er lánið áhugavert hjá mongum fyritøkum. Afturgjaldstíðin er ymisk men vanliga verður ábyrgdarlánið afturgoldið eftir 5-7 árum, og gjøldini fella hvørt hálva ár, sigur Framtak.

Annars kann Framtak bara vera minnilutaeigari í felagi, og ognarluturin er vanliga 5-30 prosent. Harumframt vil grunnurin hava møguleika at fara úr felagnum aftur áðrenn alt ov langa tíð. Framtak fer ongantíð einsamalt upp í eitt felag men hevur tað er eitt krav, at ein annar partur kemur við tilsvarandi fígging, men hetta kann tó eisini vera verandi eigarar.