Føroyska U17-landsliðið tekur í hesum døgum lut í einari EM-undankapping í Eysturríki, har mótstøðuliðini eru umframt vertstjóðina, Írland og Kosovo.
Føroyar taptu í dag 1-5 fyri vertstjóðini. Eysturríki legði seg á odda við einum brotssparki í 19. minutti. Tá 65 minuttir vóru leiktir hevði heimaliðið økt til bæði 2-0 og 3-0. Tá 13 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini minkaði Dennis Anghel um munin til 1-3. Men seinastu minuttirnar økti Eysturríki til 4-1 og til 5-1.
Leygardagin klokkan 11 spæla Føroyar móti Írlandi, ið vann 2-0 (1-0) á Kosovo í dag.
Týsdagin klokkan 14 møta Føroyar Kosovo í tí triðja og seinasta dystinum í undankappingarbólki 6.