Røður vórðu hildnar av Boða Haraldsen, býarverkfrøðingi, og Heðini Mortensen, borgarstjóra. Teir flestu av starvsfeløgunum hjá Ole vóru eisini við til móttøkuna.
Ole er 48 ára gamal, havnarmaður, og býr á Argjum. Hann byrjaði tann 15. januar 1976 í grótbrotinum, sum tá var við Oyggjarvegin, oman fyri Havnina. Síðan hevur hann arbeitt á fleiri ymiskum deildum hjá býráðnum. Hann var í nógv ár í asfaltinum og vegdeildini, eisini hevur hann arbeitt í reinhaldinum og hjá býargartnaranum. Síðan januar 2004 hevur hann arbeitt á deildini fyri vatn og gøtuljós, sum heldur til í Torfinsgøtu.
Borgarstjórin nevndi í røðu síni, at Ole er kendur fyri at vera røkin og fyri at halda bilar o.a. sum hann hevur ábygdina av, sera væl og í góðum standi.
Ole sigur, at býráðið er eitt gott arbeiðspláss, og á øllum deildunum hann hevur arbeitt, hevur samanhaldið millum starvsfólkið vera sera gott og tað sama við teir ymisku formenninar, hann hevur arbeitt undir.