Óli er ættaður úr Mykinesi og kom til Havnar í 1967, tá hann fór í læru sum bilmekanikari á Esso servicestøðini hjá Frits Jensen í Gundadali. Har var hann til 1973.
Í 1973 var hann verkførari á bilverkstaðnum hjá Ivan Johansen við Láarvegin, og í 1974 fekk hann starv hjá Derek Brockie í Jónas Broncksgøtu. Fyritøkan var tá heilt nýggj, og fekk hon navnið Bilcentrið.
Fyrstu árini arbeiddi Óli mest við upprætting og lakkering. Seinnu mongu árini hevur hann verið leiðari á bilverkstaðnum.
Óli sigur, at ein grund til at hann hevur arbeitt so mong ár í fyritøkuni er, at hann hevur trivist væl, og gevur hann sínum starvsfeløgum og Brockie familjuni sítt besta viðmæli.