300 fólk fáa bót um vikuna

? Parkeringsvørðarnir í Havn eru ógvuliga raskir og nú eru parkeringsbøtur við at gerast ein týðandi inntøkukelda hjá Tórshavnar Kommunu

? Parkeringsvørðarnir í Havn eru ógvuliga raskir og nú eru parkeringsbøtur við at gerast ein týðandi inntøkukelda hjá Tórshavnar Kommunu

Ólóglig parkering

Tey, sum hava lyndi til at parkera bilin ólógliga í Havnini, hava ongantíð havt tað so ringt sum nú.
Tey turru tølini hjá Tórshavnar kommunu yvir parkeringsbøtur vísa nevniliga, at teir nýggju parkeringsvørðarnir, sum vórðu settir í summar, hava verið óvanliga raskir.
Síðani parkeringsskipanin hjá Tórshavnar Kommunu, við sonuparkering, varð sett á stovn, hevur hon so at siga alla tíðina givið undirskot.
Men síðani teir báðir nýggju parkeringsvørðarnir vórðu settir í starv er vent í holuni og nú eru parkeringsbøtur við at gerast ein góð inntøkukelda hjá kommununi.
Sjúrður Olsen, sum er formaður í teknisku nevnd hjá Tórhavnar Kommunu, sigur, at teir nýggju parkeringsvørðarnir skriva ímillum 200 og 300 bøtur um vikuna og hann leggur afturat at parkeringsviðurskiftini í býnum hava ongantíð verið so væl skipað sum tey eru nú.
Men hann leggur dent á, at hetta kemst ikki av, at nýggju parkeringsvørðarnir forfylgja fólki, tí tað hevur býráðið lagt stóran dent á, at teir ikki skulu.
? Teir eiga at vera hampiligir ímóti fólki og tað eru hesir báðir so sanniliga eisini, sigur hann

2.900 fólk fingið bót
Sjúrður Olsen sigur, at síðani hesir báðir nýggju parkeringsvørðarnir tóku við í juni í summar, hevurr inntøkan av parkeringsbótum verið heilar 580.000 krónur.
Hvør bótin er 200 krónur og sostatt er skjótt at rokna seg fram til, at tilsamans hava teir skrivað ikki færri enn 2.900 bøtur út hetta hálva árið, teir hava verið í starvi.
Men tað er serliga hesar síðstu tríggjar mánaðirnar, at inntøkurnar av ólógligari parkering eru vaksnar nógv.
Annars hevði býráðið væntað at havt einar 120.000 krónur í halli av parkeringsskipanini um árið. Býráðið hevði væntað at útreiðslurnar til skipanini fóru at vera 800.000 krónur um árið og inntøkurnar 680.000 krónur um árið.
Men verða inntøkurnar hesar seinastu mánaðirnar brúktir sum grundarlag, fer kommunan at hava eina inntøku næsta ár upp á útvið tveimum milliónum av ólógligari parkering