U19 HM: Føroyar endaðu á einum 19. plássi

Við einum góðum seinna hálvleiki knógvaðu Føroyar í dag Tunesia

Mynd: HSF

Føroyska U19-manslandsliðið hevur spælt seinasta dystin í HM-endaspælinum í Egyptalandi.

 

Í dystinum um 19. plássið vunnu Føroyar 32-28 á Tunesia. Í steðginum var tað tó Tunesia, ið var á odda 13-12. Í seinna hálvleiki lá munandi betri fyri hjá okkara at skjóta mál, og fekk kappingin tí ein góðan enda.

 

Føroyar skoraðu upp á 32 av 51 málroyndum. Jákup Egholm, ið skoraði heili 10 mál var valdur dagsins leikari. Tunesia skoraði upp á 28 av 50 málroyndum. 

 

Í hesum endaspælinum hava Føroyar vunnið tríggjar dystir, leikt tveir dystir javnar, og hava tapt tveir dystir. Tað er samlað eitt góðkent avrik. 

 

Føroyar-Tunesia 32-28 (12-13)

 

Føroyar: Jákup Egholm 10, Fríði í Innistovu 4, Pauli Rasmussen 4, Magnus Árason 4, Rúnar Hammer 3, Filip Haldansen 2, Haraldur Karlsson 2, Helgi Halldórsson 1, Jón Midjord 1, Lýðar í Dímun 1. 

 

 

 

Mynd: HSF