300 handtikin í Gaza-mótmælum í New York

Reuters veit at siga, at fleiri enn 1000 mótmælisfólk eru handtikin í USA seinastu vikurnar.

 

Í dag veit tíðindastovan, Reuters, at siga, at 300 fólk eru handtikin eftir Gaza-mótmæli í New York. 

 

Borgarstjórin í New York, Eric Adams, váttar eisini hesi tíðindi.

 

Reuters veit at siga, at fleiri hundrað fólk høvdu gyrt seg inni í einum av húsunum við Columbia-universitetið mánakvøldið.

 

Reuters veit at siga, at fleiri enn 1000 mótmælisfólk eru handtikin í USA seinastu vikurnar.

 

-Harðir samanbrestir hava eisini verið millum studentar og løgregluna í samband við hesi mótmæli, verður lagt aftrat.

 

Fleiri mótmæli hava verið við hægri lærustovnar í USA seinastu tíðina.

 

Nógvir studentar krevja, at lærustovnarnir kuta øll fíggjarlig bond við Ísrael orsaka av krígsførsluni í Gazageiranum.