300 hval í Fuglafirði

Talan er um eina rættiliga stóra grind, sum fyrrapartin legði beinini í Fuglafirði.

Grindin varð sædd um sjeytíðina í morgun, men tað gekk ein góð løta, áðrenn farið var at reka hana inn móti landi. Fyrsti hvalurin legði beinini stutt fyri klokkan níggju.

 

Sambært virkandi sýslumanni í Eysturoynni, Karl Johansen, eru hvalirnir 250 til 300 í tali.

 

Við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Karl Johansen, at seðlarnir koma út seint seinnapartin ella tíðliga í kvøld.

 

Mynd: Jón Thomsen