Leygarkvøldið var HMU-konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. HMU-konsertin er ein afturvendandi konsert, sum Heimamissiónsungdómur skipar fyri.
Fleiri ung leitaðu sær leiðina til Fuglafjarðar hetta kvøldið. Tað vóru eisini nøkur meira tilkomin, men flestu áhoyrararnir vóru í tí yngra endanum.
Bólkarnir, sum framførdu, vóru Humble Cry, VOX og Proclaim.
VOX er við tíðini vorðið kent sum eitt tað besta kórið í landinum. Proclaim hava eisini spælt í eina tíð, og fleiri minnast teir frá Fjarðafestivalinum.
Humble Cry er ein spildur nýggjur bólkur, og konsertin leygardagin var fyrsta framførslan hjá ungu limunum í Humble Cry.
Humble Cry bergtóku
Nýggi bólkurin Humble Cry løgdu út leygarkvøldið. Eingin hevði veruliga hoyrt um hendan bólkin, og ungu menninir hava einans vant saman í eina viku.
Tí høvdu fólk kanska ikki so høgar vónir til teir. Tey flestu vóru kanska meira spent til at hoyra VOX og Proclaim.
Men Humble Cry høvdu eina fína framførslu, og teir megnaðu veruliga at fáa áhoyararnar við uppá tað beinan vegin.
Sangarin, Ingemar, hevði nógvar stuttligar viðmerkingar ímillum, og teir høvdu sera gott samband til áhoyrararnar.
Reint tónleikaliga var tað fínt hjá ungu monnunum í Humble Cry, hóast teir enn hava nakað at læra. Tað vóru nakrir feilir, men teir sungu bara víðari við sama eldhuga.
Í tí eina sanginum kiksaði byrjanin hjá teimum, tí at trummuspælarin og klaverspælarin ikki vóru heilt samdir um taktina, Hesum loftaðu teir tó væl og byrjaðu sangin av nýggjum.
Fjølbroyttir
Hesir frískligu ungu menninir vóru sera nattúrligir á pallinum, og teir dugdu væl at bera sín boðskap fram.
- Hetta er alt fyri ”master G” (Gud, Blaðm.), segði forsangarin, Ingemar.
Tað, sum bergtók meg var, at teir hava skrivað allar sangirnar sjálvir og megnaðu at spæla teir við einum rímiliga høgum støði, hóast teir eru so ungir, og hóast teir hava vant so lítið saman.
Teir sýndu eisini sera fjølbroytt evni. Millum annað vóru teir tríggir ymiskir, sum sungu solo.
Stílurin fevndu frá lættum popp til tungt sálm/málm/rokk. Ingemar, sum sang til teir flestu sangirnar, hevur eina serliga rødd. Hann byrjaði eitt sindur trilvand men fekk størri sjálválit, sum konsertin leið. Hann minnir eitt sindur um James Blunt.
Ein sera góð framførsla frá nýggja bólkinum, og teir løgdu eitt gott og høgt støði á konsertini.
VOX var tarnað av ljóðinum
Næst á pallin var kórið VOX. Fleiri av áhoyrarunum leygarkvøldið eru trúgvir VOX fjepparar. Tí var spenningur í lutftini, áðrenn tey komu á pallin.
Undirritaði var til konsert við VOX og Ettu Cameron fyri tveimum vikum síðani, og tað var ein sera góð konsert.
VOX var á so høgum støði, at tey stóðu einki aftan fyri Ettu.
Etta segði eftir hesa konsertina, at hon hevði hug til ”at pakka kórið niður í kuffertið og taka tey við”.
Tí hevði undirritaði eisini høgar vónir til VOX.
Tíverri bleiv upplivilsi ikki so gott, sum fyri tveimum vikum síðani.
Ljóðið var sera vánaligt teir fyrstu sangirnar. Í fyrsta sanginum sang framúr sangarin Símin Christian Olsen solo, men hann var alt ov spakuliga frá til at áhoyrararnir kundu hoyra, hvussu hann hegnisliga krúllaði millum tónarnar.
Til seinna sangin hoyrdust einans altarnir, og tenorarnir vóru als ikki frá.
Til triðja sangin, har ið kórleiðarin Ásbjørn sang solo, hvein so illa í hátalarunum, at hann mátti steðga at syngja í støðum.
Varðveittu útstrálingina
Tað er torført hjá ljóðmonnunum at fáa tað í rættlag aftur, tá ið allir sangararnir í kórinum standa við hvør sínari mikrofon. Men teir skulu eiga tað rós, at teir megnaðu at fáa ljóðið hampuliga gott til endans til teir síðstu sangirnar hjá VOX.
Tað er tó løgið, at ljóðið skuldi vera so vánaligt at byrja við, tá ið kórið hevði ljóðroynd áðrenn konsertina.
Vónandi verður ljóðið betri næstu ferð, tá ið kórið fer á pallin, tí at tað er eingin ivi um, at sangararnir í kórinum eru serstakliga góðir, og kórleiðarin, Ásbjørn, er ein tann ”publikumvinarligasti” í landinum.
Hóast ljóðið var eitt sindur hálvkiksað, so megnaðu tey í kórinum at varðveitta positivu útstrálingina ígjøgnum alla framførsluna. Tey høvdu eisini eina sera væl eydnaða ”syngi við – session”, har ið allir áhoyrararnir sungu av hjarta.
Proclaim hava verið betri
Til endans komu Proclaim á pallin. Tónleikararnir hjá Proclaim spæla eisini við VOX. Afturat sær hava teir Bjartur F. Johannesen, sum syngur.
Tónleikararnir í Proclaim eru serstakliga góðir og væl samanspældir. Bjartur kann nakað serligt við sínari rødd. Hann dugir nakrar teknikkir, sum fáir føroyingar duga.
Teir høvdu eina hampiliga framførslu, men teir megnaðu ikki at fáa áhoyrararnar at kóka. Teir spældu nakrar kendar lovsangir, og nakrar av sínum egnu.
Eg havi hoyrt teir betri, enn teir vóru leygarkvøldið. Kanska er tað tí, at allir limirnir í bólkinum spæla við øðrum bólkum og kórum, og tí ikki hava tíð til at leggja tað ”eyka” í Proclaim.
Tað er heilt vist, at Proclaim kann koma langt, um teir vilja.
Fín konsert
Samanumtikið var Humble Cry betsa upplivilsi á konsertini. Teir megnaðu best at fáa áhoyrararnar við uppá tað.
Teir høvdu møguleika at bergtaka fólk, tí at eingin hevði hoyrt teir áðrenn, og teir loftaðu hesum møguleikanum.
Hetta var ein fín konsert við ymiskum tónleikastílum. Vit gleða okkum til næsta ár!