Hósdagin 2. mai verður frítíðarlønin á konto. Tilsamans verður talan um slakar 311 milliónir krónur, sum skulu útgjaldast til í alt 27.229 persónar.
Áðrenn frítíðarlønin verður útgoldin, verður skriv sent út hvønn føroying um, hvussu nógv verður útgoldið, á hvørja konto frítíðarlønin verður flutt á, hvør arbeiðsgevarin er, og hvussu nógv verður útgoldið frá hvørjum arbeiðsgevara.
- Hvørt ár eru millum 1000 og 1500 brøv, sum vit fáa sendandi aftur. Orsøkin kann vera, at borgarar ikki hava postkassa, navn á postkassanum ella hava latið vera við at boða Landsfólkayvirlitinum frá, at tey hava flutt bústað. Tí vil eg mæla øllum til at fáa hesi viðurskifti í rættlag, so tey fáa boðini um frítíðarlønina til tíðina, sigur Diana Gilstón, leiðari á Kundatænastuni hjá TAKS
Frítíðarlønin verður altíð útgoldin á somu konto sum undanfarna ár, um annað ikki er fráboðað. Um kontan, ið er skrásett hjá TAKS, er uppsøgd, mást tú við brævi ella telduposti venda sær til TAKS við nýggjum kontonummari. Í teldupostinum verður upplýst navn, p-tal og núverandi bústað. Teldupostadressan er fritidarlon@taks.fo
Tímaløntir løntakarar hava rætt til 12% í frítíðarløn, meðan mánaðarløntir løntakarar hava rætt til 1,5% í frítíðarískoyti.