Seinastu fimm árini er talið av fiskimonnum við føroyskum skipum minkað úr 1.087 í 2006 niður í 775 í 2010. Hetta er ein minking við tilsamans 312 fiskimonnum.
Tað vísir roknskapargreiningin, sum grannskoðarafelagið Nota hevur gjørt, og sum varð løgd fram í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon seinnapartin í gjár.
Tað eru línuskipini, sum hav flestu menninar umborð, næstir teimum koma partrolararnir og síðan uppisjóvarskipini.
- Ársverkini eru minkað á hvørjum ári, og tað er talið av skipum eisini, segði Bjarni Arnason, ið stóð fyri framløguni vegna Nota.
Hann legði aftrat, at bara árini 2009 til 2010 er talið av størvum í føroyska fiskiskipaflotanum minkað við 11,1%.
Í 2006 vóru tilsamans 86 skip við í greiningini hjá Nota. Í 2010 er talið bert 67 - ella 19 færri.
Greiningin hjá Nota fevnir um fiskiskip, sum eru størri enn 110 tons - ella skip, ið hava eina maskinorku, sum er yvir 400 HK.