32,2 mió í avlopi

Norrøna gjørdi eitt gott hál í fjør, og úrslitið fyri 2013 vís­ir, at Smyril Line hevði eitt avlop á 32,2 milliónir krón­ur.
Tað eru einar 20 milliónir krónur meiri í avlopi enn í 2012, og tað eru tey nøgd við á Smyril Line.

Høvuðsorsøkin er at av­­lopið veksur, er at sølan øk­ist alsamt, samstundis sum at rakst­urin verður alsamt skil­bøttur
– Vit kunnu staðfesta eina framgongd í ferð­a­seðl­a­søl­uni á umleið trý prosent. Sam­stund­is eru prís­irnir lækk­að­ir níggju pro­sent í meðal, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line.

Sostatt flutti Norrøna 13 prosent fleiri ferðafólk í fjør, enn í 2012

– Økta talið av ferðandi við­førdi hægri sølu umborð á Norrønu. Alt í alt er sølan til hvørt ferðafólk hækkað um­leið trý prosent, so til­sam­ans er sølan umborð hækk­að 16 prosent, sigur Smyril Line í tíðindaskrivi í morg­un.

Smyril Line sigur eisini, at nøgd­­sem­­i­s­kann­ing­ar vísa, at ferð­a­fólk halda, at tæn­­as­t­u­støðið ­er hækkað um­borð og tey siga, at nú ligg­ur felagið í eini tryggari legu

Í nevndini í Smyril Line eru Jens Mein­hard Ras­mus­sen, nevnd­ar­for­mað­ur, um­f­ramt Linda Björk Gunn­laugs­dott­ir, Hend­­rik Eg­holm og Arne Jo­ensen, sum er ný­valdur á að­al­fund­­i­­num hesa ferð.