33.671 bileigarar fáa bíligari brennievni

Í Føroyum eru 33.671 privat akfør, sum brúka bensin og diesel sum brennievni.

Um vit reinsa tølini hjá Akstovuni fyri vinnubilar, elbilar og annað, so koma vit til, at talið av privatum akførum av ymsum slag – sum brúka bensin og diesel sum brennievni, er 33.671.

Allir hesir bileigarar fara nú at fáa ein avsláttur upp á umleið 2,50 krónur, tá tey fylla sær tangan á bilinum. 

Málið hjá nýggja landsstýrinum um at taka av mvg av diesel og bensini í tríggjar mánaðir, fyri at hjálpa upp á høga oljprísin sum beinleiðis orsøk av krígnum hjá USA og Ísrael í Iran.

Tá samgongan varð skipað segði Aksel V. Johannesen, at hetta serliga skuldi vera galdandi fyri húsarhaldsoljun. Men hon er ikki við í uppskotinum. Aksel V. Johannesen hevur sagt, at tað gjørt í samráð við serkøn og oljufeløgini, tí at tað hevði ikki givið øllum ein lætta. Millum annað tí, at lógin bara skal vera í gildi í tríggjar mánaðir, og tá er ikki vist, at øll hava fyri neyðini at fylla sær tangan. Eisini verður sagt, at fólk hava oljukonto hjá oljufeløgunum, har tey rinda fast hvønn mánað, og tí høvdu tey ikki fingið nóg góðan ágóða av hesum, verður ført fram.

Og júst hetta hava verið atfinningarnar frá andstøðuni í Løgtinginum í dag. Andstøðan er ikki fyri uppskotinum, og tey harta landsstýri fyri at taka bileigarar fram um »tey, sum veruliga treingja«.

Hinvegin føra samgongufólk fram, at hetta lættir um hjá teimum flestu, tí tey flestu hava bil.

Júst hvussu nógvir bileigarar eru í Føroyum. Men bilarnir, sum privat eiga, eru umleið hesar 33.671 akfør, tá 2.928 motorsúkklur og prutl íroknað.