So sat býráðs­meiri­lut­in aft­ur hend­ur í favn

Tað skal eingin ivi vera um, at Kommunulistin vil sum virkin viðspælari arbeiða fyri at fáa eina fótbóltshøll í fullari stødd í høvuðsstaðnum. Afturhaldnið í sitandi býráðsmeiriluta skal ikki forða hesari verkætlanini.

Á Vaglinum valdu tey at sita hendur í favn og lata ein upplagdan møguleika gleppa ítróttafeløgunum og havnarborgarum av hondum, tá Fótbóltssambandið stutt eftir ársskiftið bað kommunurnar kring landið søkja um fíggjarligan stuðul til at byggja eina fótbóltshøll. Stuðulin var latin úr FIFA Forward-skipanini at byggja stórar ella smærri fótbóltshallir.

Býráðsmeirilutin sat bara og hugdi at. Tað kann illa tulkast øðrvísi enn, at tey hava ongar visjónir fyri fótbóltin og ítróttin í kommununi.

Nú verður ístaðin farið undir at byggja fótbóltshallir aðrastaðni í landinum – í Norðagøtu, á Giljanesi og í Trongisvági.

Sjálvandi skal høvuðsstaðurin hava eina fótbóltshøll í fullari stødd, so fólk í Havn eisini fáa møguleikan at spæla fótbólt alt árið og alt lívið. Vit vita, at motiónsfótbóltur er sera góður fyri heilsuna. Vit vita, at ítróttafelagsskapir eru sera góðir fyri trivnaðin. Og vit vita, at fótbóltshallir eru ein fyritreyt fyri at menna fótbóltsfeløgini í kommununi og føroyskan fótbólt sum heild enn meira.

Vit hava lagt eitt stykki av við Tjarnir til hesa verkætlanina, og vit hava fyrr víst, at tað ber til at finna føroyskan og útlendskan stuðul til verkætlanir sum hesar.

Fyri at seta ferð á verkætlanina mugu vit fáa ein framskygdan býráðsmeiriluta, ið virðismetir stóra arbeiðið, sum ítróttafeløgini gera hvønn dag fyri børn og vaksin í kommununi. Tað sær tíverri einki út við tí í løtuni.

 

 

 

Tróndur Sigurðsson

Býráðslimur