U17 EM: Eru í undanbólki við Íslandi, Turkalandi og Ísrael

U17 EM-undankappingin verður leikt vikuskiftið 27. – 29. november

Mynd: HSF

HSF skrivar:

 

Lutakastið til EM-undankappingina hjá U17-kvinnum hevur verið fyri løtu síðani. Føroyar komu í bólk A saman við Ísland, Turkaland og Ísrael.

 

15 tey ovast styrkismettu liðini hava longu pláss í EM-endaspælinum, meðan hesi 16 skulu spæla um tey eftirverandi 9 plássini. Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki saman við tí besta trý´aranum.


Bólkur A: Ísland, Føroyar, Turkaland, Ísrael

Bólkur B: Norðurmakedonia, Litava, Kosovo, Grikkaland

Bólkur C: Portugal, Slovenia, Italia, Ukraina

Bólkur D: Eysturríki, Pólland, Finnland, Luksemborg


Føroyar møttu Íslandi í tveimum vinardystum í Íslandi í juni 2025, og teir vunnu Føroyar ávikavist, 27-26 og 27-24.

 

Undankappingin verður leikt vikuskiftið 27. – 29. november. Lutakastið at hýsa bólki A í undankappingini fall til Íslands, meðan Føroyar standa í aðru røð at hýsa, í so fall Ísland ikki ynskir at hýsa. Skrivar HSF. 

 

 

 

Mynd: HSF