Her er kavbáturin sæddur úr Skálavík

Kavbátur millum oyggjarnar

Tað er ikki so óvanligt longur, at kavbátar eru millum oyggjarnar her hjá okkum

Her er kavbáturin sæddur úr Skálavík

Einki er, sum tað var. 

 

Tað man ikki hava verið vanligt, at menn, sum vóru á báti, sóu kavbát á havinum.

 

Soleiðis er tað nokk heldur ikki í dag.

 

Men, seint í dag, áðrenn tað fór at skýma, sóu fólk í Skálavík hendan kavbátin eystanfyri bygdina.

 

Viðhefta mynd liggur á einum Facebook-vanga í kvøld, og onkur lesari spyr á tráðnum, um hetta er Trump ella Putin.

 

Eitt sindur løgið kann tað vera, og viðhvørt er alt bara tann reina tilvild.

 

##med2##

 

Á sama tráði, sum myndin úr Skálavík liggur, hevur ein annar lesari eisini postað eina mynd av kavbátinum - tikin úr luftini.

 

Myndin er tikin úr flogfarinum hjá Atlantic Airways, meðan flogið varð yvir Føroyum, og tey bíðaðu eftir at lenda.

 

Sambært lesarum á In.fo í kvøld, er kavbáturin eisini sæddur av Smyrli.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Her er kavbáturin sæddur úr Skálavík

Sæddur úr luftini

Og her er kavbáturin sæddur av Smyrli