34 elbilar seldir fyrstu tríggjar mánaðirnar

Elbilarnir vóru fimm prosent av samlaðu bilasøluni ársins fyrsta ársfjórðing

 

Teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár vórðu skrásettir 34 nýggir elbilar í Føroyum. Tilsamans vóru skrásettir 696 nýggir bilar, tá vit bara telja motorakfør við og ikki eitt nú viðfestisvognar, kampingar og prutl.

Av øllum bilunum í Føroyum eru elbilarnir júst komnir upp um eitt prosent. Tað eru 355 elbilar í Føroyum – burtur av samlaða bilatalinum upp á 34.076. Tað gevur okkum ein prosentpart av elbilum upp á 1,04 prosent.

Men taka vit søluna av nýggjum elbilum í ár, so prosentparturin munandi hægri enn so, tí skrásettir eru 34 nýggir elbilar av tilsamans 696 bilum. Tað gevur okkum ein prosentpart av elbilasøluni í ár upp á 4,89 prosent.

Tá skulu vit hava í huga, at fyrstu tveir mánaðirnar ella so var lógin um avgjaldsfrítøku á elbilum ikki í gildi. Nýggja lógin, sum eisini gevur hybrid-bilum lætta, kom í gildi 24. februar í ár.