300 kroatiskir fótbóltsfjepparar í Føroyum: Summir eru provokerandi

Kroatisku áskoðararnir úr Split eru tiltiknir fyri at vera ófriðarligir. 

Tilvildarlig mynd av fjepparum hjá Hajduk Split

Klokkan 20 í kvøld verður europeiskur fótbóltur í Havnini. Tað verður HB, ið skal taka ímóti kroatiska liðnum Hajduk Split. Og tað merktist longu í gjárkvøldið, at fótbóltsdystur verður. Tí kroatisku áskoðararnir úr Split eru tiltiknir fyri at vera ófriðarligir. 

 

Politiið sigur, at teir fyltu nógv í býnum gjárakvøldið, og summir teirra vóru provokerandi. Politiið hevur verið forbí eini trý støð fyri at tosa við gestirnar. Einki slagsmál spurdist tó burturúr, men onkur bleiv blakaður út.

 

Sum Politiið hevur fingið upplýst eru einir 300-350 áskoðarar úr Hajduk Split komnir til landið.

 

Tað eru tó ikki øll av hesum, sum ganga og brúka seg.

 

Politiið roknar tó við, at nógv fólk verða í býnum í kvøld, og at okkurt mál kann stinga seg upp.

 

Skeinkistøðini kunnu hava opið til klokkan 2 í nátt.

 

Hetta er tað, sum hevur fylt mest hjá Politinum í gjár fyri uttan málið í Vestmanna, har ein arbeiðsvanlukka kravdi eitt mannalív. Har er einki nýtt um hetta.

 

Einasta annað politimálið frá í gjár er, at beint eftir midnátt bleiv ein tikin fyri at koyra for skjótt á Fuglafjarðarvegnum - 138 km/t.

 

Tilvildarlig mynd av fjepparum hjá Hajduk Split