Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Fleiri av teimum bjargaðu vórðu burturflutt úr býnum Ngoshe í landnyrðingspartinum partinum av Borno-landspartinum.
Sambært herinum varð talan um eina bjargingaratsókn, sum bygdi á upplýsingar frá fregnartænastuni.
Tey burturfluttu høvdu verið hildin fangin undir sera truplum umstøðum, eftir at tey vóru tikin úr fleiri ymiskum samfeløgum í økinum.
Talsmaðurin Daniel Bwala upplýsir tó, at tvey pinkubørn doyðu av máttloysi, áðrenn bjargingaratsóknin eydnaðist.
Boko Haram hevur í nógv ár staðið aftan fyri álop, burturflytingar og annan harðskap í norðara og eystara Nigeria og hevur kravt túsundtals mannalív.
/Ritzau/











