Úr 100 ára gamlari íbúð í spildurnýggj hús

Durita Viderø Gunnarsson og maðurin Høgni Hammershaimb Andersen hava bygt sær eini hús undir Varða í Havn.

Eftir nógv ár í Danmark eru tey flutt heim. Tað hevði týdning at byrja nýggju tilveruna í einum heimi, sum tey sjálvi høvdu myndað, og tí avgjørdu tey at byggja nýggj hús.  

- Vit fluttu úr eini 100 ára gamlari herðaskapsíbúð, hon hevði eina sál, og vit trivust væl. Tað vit fluttu til Føroyar, høvdu vit ikki hug at umvæla eini hús,  tí tað vistu vit, at vit ikki megnaðu, og at byggja var ein nýggj byrjan.

 

Durita og Høgni settu seg í samband við arkitektafyritøkuna Eya.

 

- Tað riggaði beinanvegin væl fyri øll.

 

At tekna húsini var ein long tilgongd, og tey høvdu fleiri fundir við arkitektafyritøkuna.

 

- Tað snúði seg um, hvussu rammurnar til okkara lív skuldu vera. Tað endaliga úrslitið, er nógv ment, samanborið við har sum vit byrjaðu.

 

##med2##

 

Pláss skuldi vera fyri øllum, Durita og Høgni eiga tvær døtur sum eru 14 og 8 ár. Húsini standa veðurgott á Varðagøtu í Havn, hetta er mitt býnum, men kortini burturfrá nógvari ferðslu.

 

Tað hevði týdning, at tað var høgligt at fara út, og koma innaftur.

 

- Tí tú veit ikki, hvussu leingi tú kanst vera úti, og tí blivu hesi økini samanbundin.

 

Javnvág millum ljós og hugna

 

Húsini eru innrættaði soleiðis, at í niðaru hæddini er inngongd, tøknirúm, heimakontór og kømur. Ovara hæddin er har sum lívið verður livað. Har er køkur, grovkøkur, stova, og terassurnar uttanfyri, sum leingja rúmini.

 

- Vit vóru bæði áhugað í at skapa røttu kensluna, tá vit koma í húsini. Vit ynsktu hugna og eina kenslu av at hetta er eitt heim, og ikki bara eini nýggj hús.

 

##med3##

 

Í samstarvi við arkitektarnar, og við íblástri úr bløðum, á netinum og náttúruni, funnu tey útav at teimum dámdi tilfar úr náttúru, tí hava tey eitt nú brúkt træ, linolium gólv, og grønar litir í innrættingini.

 

Køkurin skuldi vera arbeiðsliður, við eini stórari oyggj og stálplátu, sum er løtt at arbeiða við.

 

Tað var stórur munur á at flyta úr gomlu íbúðini í Danmark í nýggju húsini í Havn, og tí vóru tað ikki allir møblarnir sum hóskaðu inn, tó komu teir sum høvdu kensluligt virið við.

 

- Vit ganga ikki høgt uppí innrætting, ikki meira enn tað vanliga. Onkur ting eru vit glað fyri, onnur eru meira tilvildarlig, eitt nú spíssborði, sum vit hava havt allatíð, tað tolir alt og tað passar væl inn, og tað er eisini gott at hava møblar sum tú skal ikki passa uppá.

 

Lampurnar eru nýggjar, tað skuldi ikki vera ov myrk ella ov ljóst inni, tað ráddi um at finna røttu javnvágina millum ljós og hugna. Ein serlig lampa hongur í trappuuppgonguni.

 

- Vit hava hugt eftir lampuni í fleiri ár, og tosað um, at hon hevði verið flott at havt, og nú tá vit sóu trappuuppgonguna hugsaði vit, at har hevði hon hóska væl.

 

##med4##

 

Durita og Høgni fluttu inn í apríl í fjør, og nú tey hava búð í húsunum í eitt ár, kunnu tey staðfesta at tey trívast væl, enn eru tó smáting sum skulu gerast.

 

- Húsini eru blivin sum vit ynsktu okkum, og vit eru ótrúliga glað. Vit føla, at hóast vit ikki sjálvi hava bygt, so hava vit verið við í allari tilgongdini. Tað hevur alt at siga at man skilir hvønn annan, og virðir hvønn annan, bæði handverkarar, arkitetkar og vit. 

 

 

Grein úr Sosialinum: Hús og heim 

 

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##