Føroyar vunnu smálandakappingina í flogbólti

Føroyska manslandsliðið koppaði favorittunum úr San Marino

Skíggjamynd

Finalan í evropeisku smálandakappingini í flogbólti hjá monnum í Norðurírlandi er júst liðug.

 

Føroyar vunnu smálandakappingina. Í finaluni vunnu Føroyar 3-1 á favorittunum úr San Marino. San Marino vann fyrsta settið, men okkara svaraðu aftur í stórum stíli. Triðja og fjórða sett vóru vunnin við greiðum muni.

 

FINALAN CEV SCA 2026: San Marino-Føroyar 1-3 (25-22, 22-25, 17-25 og 19-25).

 

Í hálvfinaluni vunnu Føroyar 3-2 á Skotlandi, og í innleiðandi umfarinum vunnu Føroyar 3-0 á Írlandi og 3-1 á Norðurírlandi.

 

Føroyar vóru sostatt ósigraðar í hesari kappingini. Eitt framúr gott avrik hjá okkara monnum. 

##med2##

 

Skíggjamynd

Skíggjamynd