Ein ógvuslig vanlukka hendi sunnukvøldið, tá ein bussur koyrdi útav í SuðurItalia. Í minsta lagi 38 fólk doyðu, og 11 vórðu skadd, skrivar dr.dk.
Sambært italskum bløðum eru fleiri av teimum deyðu børn.
- Støðan er hættislig. Vit royna at bjarga so nógvum lívum, sum til ber, sigur ein talsmaður fyri sløkkilliðið við La Repubblica eftir vanlukkuna.
Bussvanlukkan hendi uttan fyri Avellino, eystan fyri Napoli. Bussurin fór út av eini brúgv á motorvegnum millum Napoli og Bari og endaði í eini 30 metra djúpari gjógv.
33 av teimum deyðu vórðu í bussinum, og trý lík vórðu funnin undir vrakinum.
11 fólk sluppu við lívinum og eru innløgd á sjúkrahúsi, fleiri teirra illa skadd. Bussførarin var millum tey deyðu, verður sagt.
Sambært Corriere della Sera eru tvey fólk deyð á sjúkrahúsi í nátt, og harvið kom talið á deyðum upp á 38.
Ringt at sleppa til
Blaðið skrivar, at kistur við teimum 36, sum doyðu á staðnum, stóðu á rað fram við vegnum millum blóðdálkað klæði og oyðilagt viðføri.
Trupult var at sleppa fram at bussinum, tí ein stórur betongkubbi hekk uppi yvir vanlukkustaðnum og var um at loysna.
Eygnavitni siga, at bussførarin eftir øllum at døma fekk trupulleikar við bremsunum, áðrenn vanlukkan hendi.
Bjargingararbeiðið gekk ov seint
Ein kvinna, sum slapp við lívinum, hevur sagt skyldfólki, at okkurt var galið við einum dekki vinstrumegin, skrivar TV2.
Ov long tíð gekk, áðrenn munadygg hjálp kom fram, og tilbúgvingin var ov illa skipað, vísa frágreiðingar, sum spanska blaðið El Pais hevur fingið hendur á.
Ferðafólkini vóru á veg aftur til Napoli eftir eina pílagrímsferð í landspartinum Campania har suðuri í landinum. Bussurin rakti fleiri bilar, áðrenn hann fór útav, og eisini í bilunum vórðu fleiri fólk skadd.