Bjargingarfólk á staðnum, har ein tokvanlukka hendi í bygdini Adamuz í Spania sunnudagin. - Mynd: @ibuprofeno600mg umvegis X/Reuters

39 deyð eftir tok­van­lukku í Spania

Talið av deyðum veksur eftir tokvanlukku í Spania. 39 eru nú staðfest deyð, og 73 hava fingið skaða.

Bjargingarfólk á staðnum, har ein tokvanlukka hendi í bygdini Adamuz í Spania sunnudagin. - Mynd: @ibuprofeno600mg umvegis X/Reuters

39 fólk hava latið lív í eini vanlukku, har tvey skjóttgangandi tok fóru av sporinum í Spania í gjár.

 

Tað upplýsir spanska tíðindastovan EFE.

 

Harumframt hava í minsta lagi 73 fólk fingið skaða, skrivar EFE og vísir á keldur, sum eru nær kanningararbeiðinum.

 

Av teimum særdu sigast 24 at hava fingið álvarsligan skaða.

 

Vanlukkan hendi sunnukvøldið í bygdini Adamuz, sum liggur í landslutinum Córdoba.

 

Her fór eitt tok, sum ferðaðist úr Málaga til spanska høvuðsstaðin, Madrid, av sporinum og datt síðani á eitt annað spor. Hetta hevur jarnbreytarfyritøkan Adif sambært BBC sagt.

 

Enn er óvist, hví tokið fór av sporinum.

 

Samferðslumálaráðharrin í Spania, Oscar Puente, kallaði vanlukkuna "undarliga" fyri El Pais og segði, at vanlukkan hendi á einum beinum strekki av teininum, sum varð umvælt í mai.

 

Tað vóru umleið 400 ferðafólk umborð á tokunum, skrivar Reuters. Teir flestu spaniólar, sum vóru á veg til og úr Madrid eftir vikuskiftið.

 

Fleiri av teimum, sum yvirlivdu ógvusligu tokvanlukkuna í Spania sunnudagin, siga frá, hvussu tey upplivdu alt inni úr tokvognunum.

 

– Vit føldu fyrsta rykkið, og innan fyri ein brotpart av einum sekundi kom aftur eitt sera sterkt rykk.

 

– Borðið framman fyri setrið hjá okkum datt niður á okkum, ljósini slóknaðu og takið á vogninum datt niður, sigur 23 ára gamla Bianca Birleanu við spanska blaðið El País sambært Sky News.

 

Hon var í tokinum, sum var á veg úr Madrid til Huelva, saman við maka sínum.

 

– Vognur nummar tvey var fullkomiliga oyðilagdur, eitt øgiligt kaos. Hin fekk eisini stóran skaða, alt var oyðilagt, sigur makin hjá Bianca Birleanu, Jorge Garcia, eisini 23 ára gamal, við miðilin.

 

 

 

/Ritzau/

 

 

 

 

 

Bjargingarfólk á staðnum, har ein tokvanlukka hendi í bygdini Adamuz í Spania sunnudagin. - Mynd: @ibuprofeno600mg umvegis X/Reuters