Ætla ikki at seta av­mark­ing­ar fyri at byggja moskur í Før­oyum

Ætlanin er ikki at seta avmarkingar ella forðingar í verk, ið hava til endamáls at avmarka vard mannarættindi hjá borgarum landsins.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, í svari til 52a fyrispurning frá Jenis av Rana løgtingsmanni Miðfloksins.

– Slík tiltøk høvdu neyvan heldur verið í samsvari við tær altjóða skyldur, sum Føroyar hava bundið seg til, sigur landsstýriskvinnan.

Spurningarnir hjá Jenis av Rana vórðu orðaðir soleiðis:

1. Hvørjar eru mannagongdirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum – krevjast umsóknir til slík, og um so er hvørjar og til hvønn?

2. Hvørjir møguleikar eru fyri at avmarka ella forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum?

3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk?

 

Í svarinum til spurning 1, Hvørjar eru mannagongdirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum – krevjast umsóknir til slík, og um so er hvørjar og til hvønn, sigur landsstýriskvinnan:

– Ongar serstakar mannagongdirnar galda fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum. Umsókn krevst tí ikki. Alt eftir stødd og nágreiniligari staðseting er hugsandi, at neyðugt kann verða at søkja um byggiloyvi, hóast talan er bert um størri súmbol - og ikki høli, sigur landsstýriskvinnan.

Lesið eisini: Jenis spyr løgmann um muslimar í Føroyum

– Svarið verður tó fyri tað mesta avmarkað til spurningar um høli, tí viðmerkingarnar til spurningarnar snúgva seg um moskur og deplar.

– Staðseting av átrúnaðarligum hølum í Føroyum er ikki løgskipað serstakt í lóggávuni. Slík høli eru fevnd av vanligu reglunum um at byggja og nýta bygningar, herundir byggiloyvi og býarskipanarreglur, sum kommunurnar umsita. Heldur ikki krevst serligt loyvi frá landsstýrinum til at nýta høli til átrúnaðarlig endamál.

– Í mun til trúarsamfeløg er at siga, at onnur trúarsamfeløg enn fólkakirkjan bert eru løgskipað í avmarkaðan mun. Góðkenning frá landsstýrisfólkinum er kravd, um eitt trúarsamfelag ynskir rætt til kirkjuliga vígslu, sigur Sirið Stenberg.

Til spurning 2, »Hvørjir møguleikar eru fyri at avmarka ella forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum?«, sigur landsstýriskvinnan:

– Rætturin at útinna átrúnað er eitt nú vardur sambært Evropiska Mannarættindasáttmálanum, sum bleiv innlimaður í føroyska lóggávu í ár 2000 og er á hægri rættarstigi enn vanlig lóggáva.

– Átrúnaðarfrælsið, savningarfrælsið og forboðið móti mismuni eru grundleggjandi mannarættindi, sum eisini fevna um møguleikan at hava høli, ið eru neyðug fyri at inna átrúnað.

– Avmarkingar ella forðingar í vard mannarættindi ber bert til at seta við greiðari lógarheimild , og tær mugu verða grundaðar á atlit at tungtvigandi og samfelagsliga viðurkendum endamálum, so sum almennu trygdina, friðin, heilsuna ella virðingina fyri rættindunum hjá øðrum. Inntriv skulu harumframt vera neyðug og proportional í mun til endamálið, sigur landsstýriskvinnan.

– Serliga tungtvigandi grundir skulu til, um beinleiðis inntriv skulu verða vend móti einum ávísum trúarsamfelagi ella átrúnaði. Í rættarvenju hjá Mannarættindadómstólinum í Strasbourg eru fleiri dømi um, at slík inntriv eru góðtikin, tá ið eitt nú almenn trygdar- og skipanaratlit ganga framum átrúnaðarlig atlit hjá borgarunum, t.d. í ferðslu-, byggi- og býarskipanarmálum, sigur hon.

Hesi koma undir undantaksregluna til vardu politisku og borgarligu mannarættindi, leggur hon afturat.

Til spurning 3 »Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk?«, sigur Sirið Stenberg soleiðis:

– Ætlanin er ikki at seta avmarkingar ella forðingar í verk, ið hava til endamáls at avmarka vard mannarættindi hjá borgarum landsins. Slík tiltøk høvdu neyvan heldur verið í samsvari við tær altjóða skyldur, sum Føroyar hava bundið seg til.

Hinvegin er lóggáva um trúarsamfeløg í øðrum londum, og vert er at viðgera, um tørvur er á slíkari lóggávu í Føroyum.