Dømdur eina viku í varðhald fyri rúsevni

Ein maður, sum varð handtikin fyri rúsdrekkakoyring í gjár er nú dømdur eina viku í varðhald

Tað var um sekstíðina gjáramorgunin, at løgreglan steðgaði einum bili í Havn. Førarin varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og fyri rúsevnakoyring. Men løgreglan kannaði eisini bilin fyri rúsevni, og tað vísti seg, at maðurin hevði eini 50 gram av hassji í bilinum.

Løgreglan valdi tí eisini at kanna íbúðina hjá manninum, og har fann løgreglan bæði hassj og harðari rúsevni í størri mongdum enn til egið brúk. 

Maðurin var tí framsettur í grundlogaravhoyring í Føroya Rætti, sum avgjørdi at varðhaldsfongsla mannin í eina vikua. Hesa tíðina hevður løgregln so at kanna málið nærri.

Eitt ferðsluóhapp var í Havn í gjárkvøldið. Ein bilur koyrdi út av Gundadalsvegnum og rendi á ein annan bil, sum kom koyrandi niðan eftir R. C. Effersøesgøtu. Bilførarin, sum koyrdi út fyri, verður skuldsettur fyri brot á víkiskylduna. Har var eingin fólkaskaði og lítil materiellur skaði, sigur vaktleiðarin á politistøðini.