Eingin í føroyska hópinum var nøgdur eftir dystin ímóti Írlandi í gjárkvøldið, og landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Lars Olsen, helt ikki, at avrikið var so vánaligt sum úrslitið.
– At vit tapa 4-1, gevur eina skeiva mynd av dystinum, hóast eg ásanni, at tað var uppiborið, at Írland vann. Enn eina ferð spældu vit ein góðan fyrra hálvleik og megnaðu til fulnar at spæla upp við eitt av frægaru liðunum í Europa, segði venjarin, ið hinvegin harmaðist um fyrstu løtuna eftir hálvleikssteðgin.
– Tað hart at fáa tvey mál ímóti sær mestsum beinanvegin í seinna hálvleiki, og sjálvt um tað eydnaðist okkum at fáa eitt mál, kláraðu vit tíverri ikki javna. Tá teir komu upp á 3-1, var liðugt hjá okkum.
Hetta var triði HM-undankappingardysturin hjá Lars Olsen sum landsliðsvenjari hjá Føroyum, og hann ásannar, at uppgávan til komandi dystir verður tann sama, sum hon hevur verið, at fáa talið á mistøkum niður.
– Liðið er fyri tað mesta væl skipað, so vit skulu arbeiða meira við tí, vit gera, tá vit sjálvir hava bóltin, umframt at vit skulu gera færri feilir, tí tað eru teir, vit tapa dystirnar uppá, sigur Lars Olsen, ið eisini helt, at tveir so tættir dystir var harðari kostur hjá føroyingunum, enn hjá írunum.
– Vit sóu í fyrra hálvleiki einki til, at hetta var okkara næsti dystur í fýra dagar, men sum tað leið út á dystin, sást meira til møðina hjá okkum enn írunum, ið virkaðu betur fyri kropsliga.