40.327 akfør eru skrásett í Føroyum

Talið av akførum á føroysku vegunum veksur alsamt.

Sambært uppgerðini hjá Akstovuni vóru 1. mars 40.327 akfør skrásett í Føroyum. Av teim­um eru 4.509, sum ikki hava motor. Tá er talan um eitt nú viðfestisvognar, kampingvognar o. a.

Tey koyrandi akførini eru 35.818.

Strøsti bólkurin eru bilar við bensinmotor. Teir eru 19.944 í tali. Dieselbilarnir eru 15.477 og elriknu akførini eru 363 í tali.

Av teimum eru 318 persónbilar, 31 prutl, 12 vøruvognar, ein bussur og ein hýruvognur.