Suðurafrika, sum er tann størsti búskapurin á afrikanska meginlandinum, hevur ovurhonds stórar trupulleikar við at útvega fólki arbeiðspláss. Nýggj tøl hjá myndugleikunum vísa, at í fyrsta ársfjórðingi var arbeiðsloysið 25,2 prosent. Í sama ársfjórðingi í fjør var tað 23,9.
Meiri enn 4,5 milliónir suðurafrikanarar vóru arbeiðsleysir í fyrsta ársfjórðingi, men tann almenna hagstovan sigur, at talið sigur minni enn so allan sannleikan. Hagstovan sigur, at nógv fólk eru givin at leita eftir onkrum at gera, og hesi eru ikki við í hagtølunum. Niðurstøðan hjá hagstovuni er, at arbeiðsloysið í roynd og veru liggur um 40 prosent, skrivar AFP.