Hátíðardagurin hjá føroyskari vinnu er í dag, og aftur í ár er áhugin fyri vinnudegnum stórur. Væntandi er, at sløk 400 føroysk vinnulívsfólk og fólk, sum hava tilknýti til føroyska vinnu, verða savnað í Norðurlandahúsinum í dag.
Skráin fyri vinnudagin 2011 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, spennandi kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.
Á skránni eru fyrilestrar við Deiric McCann frá Profiles International, Sigvald Rist, stjóra í Lofotprodukt og føroysku, Juannu Schrøter Joensen, sum er Ph.D. í búskaparfrøði og adjunktur á Handelshögskolan i Stockholm.
Aftur hesuferð verður spennandi kjak á skránni. Kjakið verður undir heitinum Eitt sterkt vinnulív eitt sterkt samfelag, og til at kjakast um hetta evni hevur vinnudagurin fingið Ingunn Eiriksdóttir, forkvinnu í Kappingarráðnum, Johnny í Grótinum, íløgustjóra í BankNordik og Tummas Justinussen, stjóra í Supply Service.
Kjakið verður stýrt av tveimum av journalistunum, Brynhild Thomsen og Una Arge.
Meiri verður at frætta um vinnudagin á Portalinum seinni í dag.