Tilsaman fingu føroysku kommunurnar í fjør 74.734.529 krónur fleiri inn í skatti, enn tær fingu í 2017. Miðalvøksturin fyri allar kommunurnar var 4,17 prosent.
Nógv tann størsti parturin av teimum knappliga 75 milliónunum, sum kommunurnar fingu aftrat, fóru í kassan hjá Tórshavnar kommunu. Vøksturin í høvuðsstaðnum var 5,76 prosent ella 42.042.115 krónur.
Meðan inntøkurnar í hinum kommununum sveiggjaðu heilt nógv frá einum mánað og til tann næsta, so var vøksturin í Havnini støðugari.
At páskavikan viðhvørt er í mars og onnur ár í apríl sæst aftur í skattatølunum. Í apríl í fjør var lutfalsligi vøksturin í Havn 12,64 prosent sammett við apríl 2017. Í mars var hann 4,83 prosent.
Hægsti vøksturin hinar mánaðirnar var í oktober, tá ið hann var 7,8 prosent. Minsti vøksturin var í september, tá ið hann var 1,09 prosent.