Ólavur í Beiti
Katrin Dahl Jakobsen vildi hava at vita frá Signari á Brúnni, metnamálaráðharra, hvussu landsstýrið stillaði seg viðvíkjandi kunningartøkni í fólkaskúlanum. Spurt var eisini um landsstýrismaðurin ongan vanda sær í at gera fólkaskúlan út við gomlum teldum, um kommunurnar verða grammar at keypa nýggja telduútgerð, tá ið skúlarnir hava fingið tær gomlu, og um ikki landsins stovnum ber betur til at brúka dagførdu teldurnar heldur enn skúlunum, og at enda var spurt, um hetta er ein liður í almennu sparingunum?
Í svari sínum sigur Signar á Brúnni, at ein KT-nevnd varð í august 1997 sett av táverandi landsstýrismanni í skúlamálum at gera eina tilráðing um KT í fólkaskúlanum. Eg havi valt at fylgt tilráðingini, ið KT-nevnd fólkaskúlans hevur gjørt.
? Í hesum áliti kemur greitt fram, hvat ætlanin er at gera tey næstu 5 árini á hesum øki. Hetta álit er sent øllum fólkaskúlum, skúlanevndum, kommunum og øðrum áhugabólkum, í alt eini 600 eintøk. Álitið er eisini býtt út til allar tingmenn í smb. við henda fyrispurning.
1400 teldur
Og til spurningin um vanda, sigur Signar á Brúnni, at landsstýrismaðurin sær onga vanda í, at fólkaskúlin fær nakrar teldur, ið annars høvdu verið settar til viks ella koyrdar burtur. Ein innsavningarskipan er, sum eitt royndartiltak, sett í verk, ið Vinnumálastýrið hevur tikið stig til. Royndartiltakið fevnir í stuttum um, at tær teldur sum verða skiftar út, verða latnar KT-forum, ið er eitt ráðgevandi forum undir Vinnumálastýrinum, sum er mannað við fólkum úr øllum aðalstýrunum, ið hava serligan kunnleika til KT.
? KT-forum hevur m.a. til uppgávu at verða ráðgevandi í KT málum hjá stýrunum. KT-forum metir síðani um innkomnu teldurnar og sendir tær teldur, sum mettar verða at kunna gerast væl nýtligar, til eina teldufyritøku fyri at verða hugdar eftir og verða tær teldur, sum henda fyritøka metir kunna nýtast aftur, uppstignar (?uppgraderaðar?) soleiðis, at tær eru egnaðar til undirvísingarbrúk.
? Sum er, er ein skipan sett í verk ? í 1998, 1999 og 2000 ? sum skal stuðla undir soleiðis, at fólkaskúlarnir fáa einar 1.200 til 1.400 teldur til gott 7.000 næmingar. Gongur henda ætlan út, verða føroysku fólkaskúlarnir fult á hædd við okkara grannalond og í fleiri førum væl frammanfyri.
5 mió. kr.
? Mín hugburður á hesum øki er, at kunnu tær teldur, sum ikki longur nøkta tørvin á almennu stovnunum verða eftirskoðaðar, og um neyðugt umvældar og verða uppstigaðar soleiðis, at tær eru væl nýtiligar í undirvísingini nøkur ár fram, haldi eg at hetta er eitt gott tiltak, ið ber í sær at uppaftur fleiri teldur kunnu koma inn á skúlarnar, og at tann einstaki næmingurin kann fáa fleiri tímar í telduundirvísing. Hetta er gagnligt fyri allar partar.
Og viðvíkjandi sparingarspurninginum, svarar Signar á Brúnni, at tað er tað ikki, tvørturímóti. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur ætlanir at nýtta knappar 5 mió. kr. til at stuðla kommununum í at keypa uml. 1.200 til 1.400 teldur tey næstu 2 árini. Henda upphædd verður ikki ávirkað av ætlanum um, at lata fólkaskúlarnar fáa dagførdu teldurnar frá almennu stovnunum.
Størri nyttuvirði
? Tað, sum væntandi verður útslitið av hesum tiltaki, er, at samfelagið fær størri nyttuvirði av teirri orsøk, at fólkaskúlin fær fleiri teldur enn hann annars hevði viljað fingið, teldur, sum annars høvdu verið beindar burtur, verða dagførdar fyri eina lutfalsligari lítlari upphædd og koma at tæna nøkur ár afturat.
? Annars kann upplýsast, at nakrar dagførdar teldur verða royndar á einum skúla í løtuni. Tá, ið henda royndarætlan er av, verður støða tikin til, um skipanin við at endurnýta hesar teldur eigur at halda fram ella ikki, sigur Signar á Brúnni m. a. í svari sínum til Katrina Dahl Jakobsen.